- Hví heldur tú so ikki munn

Mítt tastatur >>

Bergleif Brimvík var spurdur av Útvarpinum í kvøld klokkan 18, hví løgreglan ikki hevði meira kunning, og við hesum spurningi, hví løgreglan ikki hevði tíðindafundir, so fleiri av teimum leysasøgum sum komnar eru út í Pidda-málinum, ikki høvdu verið komnar út.

Men leiðarin í Kriminaldeildini svaraði ikki spurninginum, men undirstrikaði bara, at leysasøgur fekk hann einki gjørt við.

Eg øtaðist, tá ið eg hoyrdi hetta svar, at ein maður sum livir av kunning í sínum dagliga arbeiði sum leiðari á eini Kriminaldeild, ikki eigur annað svar.

Jú sanniliga hevði Kriminaldeildin fingið steðgað nógvum leysasøgum, um meira kunning hevði verið beinanvegin.

T.d. hevði søgan á heimasíðuni hjá Dimmalætting ikki verið skrivað, at Piddi var funnin í eini bingju í Leirvík, um meira kunning hevði verið.

Eisini førdi leiðarin fram, at løgreglan hevði ikki orku at hava kunning ella tíðindafundir, men tað er eisini eitt óskiljandi svar.

Talan er ikki um orku ella ikki orku, men talan er um eina skyldu at verja tey avvarandi, børn og familju, so ikki leysasøgur, lygnir og gitingar koma út.

Kunningin í dag er úti á alnetinum og koma boðini út beinanvegin í rættari versión, so eingin grund er at gita og sleyga.

Tað eigur ein leiðari av eini Kriminaldeild at vita.

ólavur

Les eisini:

- Kom til sakina

- Gott kvøld frú fúti! Ert tú ikki til arbeiðis?

Neyðars børn og familja


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 20/11/2011, 20:15

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum