- Jógvan Jespersen sigur heldur ikki allan sannleikan um prísin

Lesarin skrivar >>

Tá ið tað kemur til prísin av makreli í fjør, so sigur Jógvan Jespersen heldur ikki allan sannleikan.

Jú, rætt hevur hann í at prísurin hjá hinum skipinum (ísfiskatrolarunum) ikki var líka høgur sum hjá nótaskipinum, hann gloymir at siga grundina til hetta.

Jógvan, um tú ikki veit tað, ja, so skal eg siga tær hví. 

Vit fiskaðu allir av einari olympiskari felagskvotu, so tað var umráðandi at fáa so nógv tons upp sum gjørligt so kom prísurin í aðru rekkju, hetta ávaraðu vit myndugleikarnar í móti.

Jógvan Jespersen og co.  fingu sína eginkvotu longu fyrst í mai mánað, hettar uttan at rinda nakað avgjald, sum øll onnur máttu gera.

Hini fingu loyvini til at fiska av heildarkvotuni fríggjadagin 17. juni og vit kundu byrja at fiska mánadagin 20. juni klokkan 00:01.

So vit høvdu eitt vikuskifti til at gera avtalur við keyparar og útvega okkum trol o.a. Vit kláraðu at gera góða avtalu, men tað vóru ikki allir sum sluppu at fiska av hesi heildarkvotu sum kláraðu tað, og um tølini sum Jógvan Jespersen legði fram eru eftirfarandi, so hevur prísurin verði 2,50 kr/kg hjá trolarunum sum landaðu til Lafayette, men nótaskipini landaðu til somu móðurskip sum hinir fyri meira enn tað dupulta í prísi, hettar BERT tí teir høvdu eginkvotu.

Man kann leggja aftrat, at fyri at gera tað enn verri fyri okkum sum fiskaðu av heildarkvotuni, so bleiv Finnur Fríði fluttur frá bólkinum við eginkvotu til olympisku felagskvotuna sum var ætlað til tann bólkin sum fiskar botnfisk og onnur.

Við makrelkvøðu

Suni Jakobsen
Skipari á M/tr Ednu

Les eisini:

Jógvan Jespersen sigur ikki allan sannleikan


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 03/02/2012, 00:19

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum