Ein lesari hevur sent Vágaportalinum eitt harmaljóð, tí lesarin ber ótta fyri, at tær stóru fyritøkurnar í Havn, gera alt fyri at drepa tað smáa sum roynir at lívga og fjálga í útjaðaranum. Lesarin, ið helst vil ókennast, skrivar soleiðis og verður skrivið endurgivið í fullari longd til tess ikki at missa ein samanhang: - Á Skálafjørðin er ein fyritøka, sum rekur bakaravirksemi við Saltangará. Fyritøkan selur eisini bakstur (tó mest rugbreyð og fransktbreyð) til onnur økir, eitt nú til ávísar handlar í Tórshavn, sum kunnu og vilja selja fyri hesa fyritøku. - Ókent er ikki, at ein bólkur av íslendingum og føroyingum hava lagt seg eftir at eiga og reka nærum alt handilsvirki í Føroyum. Talan er um handlarnar Miklagarður, Bónus og Brotið. Bónus er at finna um alt landið, meðan Miklagarður er í Tórshavn og Brotið við Saltangará. Sama fyritøka eigur eisini bakaríið Mylnan, sum eisini hevur útsølustøð í Tórshavn. - Tá sama fyritøka er so fyri, at hava egið bakarí, so verða bert bakaravørur frá Mylnuni seldar í teirra fyritøkum. Kanska er tað ikki so løgið í sær sjálvum. - Tað sum er meiri ivasamt er, at henda sama fyritøka í handlunum Bónus á Glyvrum og Brotinum við Saltangará hava ásett aðrar prísir enn í handlunum í t.d. Tórshavn. - Keypir tú eitt rugbreyð frá fyritøkuni í Tórshavn, kostar hetta kr. 24.95, men keypir tú eitt sama slag rugbreyð frá hesi fyritøku í Bónus á Glyvrum ella í Brotinum Saltangará, so kostar rugbreyðið kr. 19.95. - Øll vita ella eiga at vita hví so verður gjørt. - Stóra fyritøkan í Tórshavn roynir at fáa kappingarneytarnar av vegnum og í hesum føri er tað bakaríið við Saltangará, sum stendur fyri skotum. Hetta bakarí hevur ikki møguleika fyri at selja rugbreyð fyri undirprís og hevur ongan møguleika í hesi ójøvnu og órímiligu kapping. Eingin ivast heldur í, at tá bakaríið við Saltangará er hoknað undan, so verður prisurin á rugbreyði hjá hesi fyritøku settur breyðprísur, sum er galdandi aðrastaðni. - Úrslitið er bara tá, at fólkið á Skálafjørðinum hava mist sítt bakarí og fleiri fólk sítt arbeiðspláss. - Júst fyri at umganga ójavna og órættvísa kapping, fingu vit eina løgtingslóg nr. 83 frá 6. juni 1997 um kapping, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006. ì hesi lóg er m.a. ásett í § 13, stk. 2 stendur soleiðis: "Metingin av einum prísi ella vinningi skal gerast við grundarlagi í viðurskiftum í fyritøkum, sum verða rikin á ein tøkniligan og handilsliga forsvarligan hátt. Við ásetanini av einu prísi fyri eina vøru ella tænastu v.m. skal fyritøkan hava fulnað fyri neyðugan kostnað og vinning í mun til vágnaðin fyri framleiðslu og sølu av vøruni ella tænastuni." - Tað er tí sera áhugavert at fingið upplýst, hvussu breyðprísirnar hjá hesi fyritøku hongur saman. - Hví er breyðprísurin heilar 5 kr. lægri á tveimum handlum á Skálafjørðinum enn t.d. í Tórshavn. - Vit gita, at fyritøkan trýstir aðra fyritøku í økinum, so henda ikki hórar undan, skrivar lesarin og spyr at enda: Hvat sigur kappingareftirlitið? (Vágaportalurin hevur longu sent mál og spurning til Kappingareftirlitið) Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|