Tala hildin á Vaglinum í dag í sambandi við verkfallið hjá pedagogunum Jólaaftan fingu eg og konan eina tasku í jólagávu. Tann yngri sonurin hevðu gjørt hana í barnagarðinum. Hann var stoltur sum ein pávi um sítt verk - og tað var nógv tann besta gávan, sum vit fingu. Soleiðis var tað í øllum barnafamiljum jólaaftan. Dagarnar undan jólum fingu øll landsins hvíldar- og ellisheim vitjan av smáum barnagarðsbørnum, sum gingu Santa Lucia og sungu jólasangir fyri teimum. Børnini vóru spent og stolt - og tað birtist eitt ljós í teimum rukkutu og gránaðu andlitinum. Eitt ljós, sum verður tendra í einum rúmi í bróstinum á teimum gomlu, sum eingin vaksin hevur lykilin til. Eitt ljós, sum bara barnasangur kann tendra. Tað eru pedagogarnir sum læra børnini alt hetta og gera tað við teimum. Tað er nógv vert - men tað verður illa lønt. Eg skal kortini ikki siga so nógv um tann reint fakliga partin. Eg skal heldur ikki tosa um tað kynspolitiska - altso hetta at tað serliga eru kvinnur, sum eru í lálønarbólkunum. Eg skal í staðin siga at eitt sindur um tann yvirskipaða, fíggjarpolitiska partin av lønarstríðnum. -- "At ríva niður hevur tíð sína, og at byggja upp hevur tíð sína", sigur tann vísi prædikarin Salomon. Men at byggja upp krevur nógv LONGRI tíð enn at ríva niður. At byggja eitt samhaldsfast samfelag, har øll hava á leið somu møguleikar, krevur drúgva tíð. At ríva tað niður aftur krevur stutta tíð. 1. januar í ár varð farið undir at ríva hetta samfelag niður gjøgnum skattapolitikkin - og tað er orsøkin til hetta verkfallið. Fleiri fakfeløg hava sagt, at skattapolitikkur ikki skal tengjast at sáttmálasamráðingunum - men tað ber ikki til at skilja hesi sundur. Skattapolitikkurin er fortreytin fyri øllum øðrum fíggjarpolitikki - eisini lønarpolitikkinum. Og skattapolitiskt vóru Føroyar farnar eitt sindur av kós. Marginalskatturin var ov høgur. Tað loysti seg ov illa at arbeiða eyka. Tað loysti seg ov væl at arbeiða niðursetta tíð. Sosialar veitingar vóru ov væl kappingarførar móti teirri løn, sum fekst fyri lønt arbeiði. Tað var ikki gott fyri búskapin. Tað var tørvur á eini skattapolitiskari justering, tí tað SKAL loysa seg at arbeiða! Men í staðin misnýttu ávísar kreftir støðuna til at fremja eina skattapolitiska revolutión. Seglini sum blivu heysað, vóru tey sum fingu nógvan politiskan vind fyri 20 - 30 árum síðani í USA og pørtum av Europa. Tá søgdu valdsmiklir ideologar, at eitthvørt samfelag má gera eitt grundleggjandi val: Antin skal ríkidømið býtast ójavnt - ella skal fátækdømið býtast javnt. Tað ítøkiliga skattapolitiska úrslitið av hesi ideologi var tann sonevndi "trickle-down" búskapurin ella "niðurseyringar búskapurin". Skattalættar vóru lætnir teimum, sum tjentu mest, í teirri vón (ella við teirri undanførslu!) at tey fóru at keypa meira og gera størri íløgur, og á tann hátt seta gongd í alt samfelagið. Tey ríku skuldu vera lokomotivið í búskapinum. Teirra nýtsla skuldu seyra niður gjøgnum samfelagið, so øll fingu ein bita av kakuni. At geva lágløntum skattalætta var ikki hildið at nytta, tí nógvar smáar aldur muna minni enn fáar stórar aldur. Og tær stóru aldurnar lyfta eisini teir smáu bátarnar upp. Við støði í hesi hugsan vóru stórir skattalættar lætnir teirri yvirstætt, sum øll nú skuldu stremba eftir at hoyra til. Nýtslan hjá teimum ríkastu vaks eisini - men hóast tað regnaði á prestin, so dryppaði tað ikki á deknin. Tey á niðastu rók fingu ongan bita av kakuni. Avleiðingin av politikkinum sæst m.a. í seinastu stóru frágreiðingini hjá altjóða felagsskapinum fyri búskaparligum samstarvi og menning, OECD: Ein tann størsti trupulleikin í teimum 34 OECD-londunum - er ójavni! Meðal inntøkan hjá teimum 10% sum tjena mest, er níggju ferð so stór sum tann hjá teimum 10% sum tjena minst. Og tað vísir seg, at ójavni skapar IKKI ein sterkari búskap. Tey búskaparliga sterkastu londini eru júst tey, har munurin millum tey á niðastu rók og tey á ovastu rók er MINSTUR. Altso tey lond, sum hava havt samhaldsfesti sum eitt politiskt aðalmál. Tað er í teimum londunum, at kenslan av felagsskapi er sterkast; tað er har, at viljin til at lyfta saman við øllum hinum er sterkast. Tann stóri vandin við hinari kósini er, at tað eru ikki bara tey lágløntu, sum ikki sleppa til borðið, tá kakan verður skorin. Teirra børn verða eisini við skerdan lut. Tað ávirkar teirra sjálvskenslu og tað ávirkar teirra hugsan um samfelagið. Tí eru stættasamfeløg ofta merkt av ófriði. Og tá stættasamfelagið er skapt, stadnar tað sum betong. Hoyrir tú til undirstættina, verða tíni børn fødd inn í undirstættina - og tað eru tey fægstu, sum klára at klatra upp á tær ovaru røkurnar. Nøkur arva góðs og møguleikar - onnur arva einki. Soleiðis hevur ikki verið í Føroyum - men nú er tað er tann vegin, vit fara. 1. januar kyndu vit sama eld, sum so nógv onnur hava brent seg av. Ikki tí fólkið vildi tað, men tí meirilutin í Løgtinginum gav seg undir ta ideologisku herferðina hjá einum lítlum minniluta. Í hesi vikuni kom fyrsta úrslitið: Samstundis sum tey hægstløntu fingu upp í 5000 krónur í skattalætta um mánaðin fingu nøkur av teimum lægstløntu boð um, at tey skulu niður í løn. - Ella ið hvussu er, at teirra løn skuldi minka í virði. -- Hetta verkfallið er eitt beinleiðis úrslit av nýggja skattapolitikkinum, og teirri nýggju ideologisku kósini í Føroyum. Men sambært ideologiini skuldi eingin farið í verkfall. Tvørturímóti. Sambært ideologiini skulu tey, sum fyrst í vikuni fingu skattalættan nú farið at keypt meira, og soleiðis givið teimum á niðastu rók møguleika fyri at arbeitt meira og tjent meira. Sambært ideologiini skuldu pedagogarnir altso nú farið til arbeiðis bæði um kvøldi og leygardag og sunnudag. Men ideologi er teori. Veruleiki og teori er hvør sítt. Og hvørja ferð veruleikin hjá vanligum fólki verður settur til viks, og eitt samfelag verður kroyst niður í ein trongan, ideologiskan kassa - altso tá veruleikin skal skerast til so hann passar til teoriina - so endar galið. Og tað er líka mikið um teoriin er sosialistisk ella liberalistisk ella religiøs ella nationalistisk. Vit fáa nú eina yvirstætt, sum tjenar nógv meira enn undirstættin. Eina yvirstætt sum í mongum førum sleppur undan at rinda til egna pensión - men kortini fær nógv hægri pensión enn undirstættin. Eina yvirstætt, hvørs børn fáa víðari ræsur og størri møguleikar enn børnini hjá undirstættini. -- Verkfall eru aldrin ein góð loysn. Tey, sum rinda prísin fyri verkfallið, eru fyrst og fremst tey, sum eru í verkfalli. At vinna tað mista innaftur í hægri løn, er helst ógjørligt. Men summi viðurskifti eru verd at stríðast fyri - hóast prísurin er høgur her og nú, og hóast úrslitið í fyrstu atløgu kanska fyrst og fremst verður ein greið markering. Og í hesum føri snýr tað seg ikki bara um viðurskiftini hjá pedagogum - men eisini um hvat tað er fyri samfelag, vit skulu hava: Eitt stættarsamfelag ella eitt samhaldsfast samfelag. Nú eru tað tey lágløntu, ið rinda prísin fyri ta nýggju kósina - men í longdini broytir stættarmunurin alt okkara samfelag og rakar okkum øll. Tað er kanska orsøkin til, at eg ikki havi hoyrt eitt einasta menniskja siga eitt einasta ilt orð um hetta verkfallið. Øll vita, at pedagogarnir eisini tala teirra sak. -- Tað skal sanniliga loysa seg at arbeiða - men grammleiki gagnar hvørki teimum á ovastu- ella teimum á niðastu rók. Sum Salomon, prædikarin, eisini sigur: "Óreiðiligur vinningur ger hin vísa til dára, og mutur spillir hjarta". Sjúrður Skaale Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|