'FUCK' – nýggja brandið hjá Degi & Viku

Mítt tastatur >>

Kringvarp Føroya hevur sett eina novisu í starv í Degi & Viku, hvørs miðsjón er at hunddálka hampa føroyingar, ið hava ofrað stóran part av sínum lívi fyri móðurlandið.

Novisan - alias messlingurin - hevur einki annað gjørt í sínum stutta og óprofessionella arbeiðslívi enn at jagstra hampafólk við ógrundaðum fiktivum slatrisøgum frá firtnum fólki, sum ikki hava fingið sín vilja ígjøgnum at behaga sær sjálvum uppá landsins besta heldur enn at arbeiða.

Feskastu dømini uppá hesa psykotisku journalismu er forfylgingin av tveimum aðalstjórum og tveimum landsstýrismonnum í grannskoðaramálinum.

Sum allar kanningar vísa – uttan sjálvandi tann eina, sum var ikki annarleiðis enn alt, ið har kemur frá – eru hesir menn fullkomiliga ósekir og einki annað enn forfylgdir í sínum egna landi. Ja einum landi, ið brúkar so nógva orku uppá mannarættindi og enntá eina ørgrynni av eksotiskum rættindum av einum og hvørjum slagi, at ein verður noyddur at googla í dagavís fyri at fáa minstu hóming av øllum hesum.

Við sínum tatoveraða knýttneva “FUCK” er messlingurin farin undir eina herferð ímóti monnum í álitissessum í føroyska samfelagnum eins og hansara líkar í øðrum londum við somu tatovering á sama stað.

Tann grundleggjandi spurningurin er og verður, hvussu í víðu verð vit føroyingar skulu standa sum modell fyri hesi mannajagstran frá einum almennum stovni, sum vit Guð hjálpi okkum eisini við tvingsli skulu fíggja.

Er tíðin ikki langt síðan komin, at tíðindaleiðslan í Degi & Viku tekur í egnan barm og byrjar at læra av sínum starvsbrøðrum í BBC, DR og NRK, heldur enn at lata ein tilvildarligan punkrockara forsumpa okkara almenna miðil.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 08/11/2011, 21:50

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum