Verkætlanarbólkarnir hava í dag, 8. februar 2010, handað landsstýrismanninum í fiskivinnumálum “Frágreiðing um útlendskan kapitalpart í fiskivinnuni”, “Frágreiðing um brúksskyldu” og “Frágreiðing um umsetiligheit”.
Frágreiðing um útlendskan kapitalpart í fiskivinnuni
Ætlanin er, at frágreiðingin skal vera grundarlag undir politiskari viðgerð og orðaskifti, sum skal lýsa ávirkanina av “útlendskum kapitalparti” í fiskivinnuni, og við serligum atliti at yvirskipaðu endamálsorðingunum í lógini um vinnuligan fiskiskap og ætlanum landsstýrisins í samgonguskjalinum.
Úrtak og niðurstøður kunnu síggjast á síðu 6-8 í frágreiðingini, sum kann takast niður her.
Brúksskylda
Niðurstøðan í frágreiðingini um brúksskyldu er, at eigarar av fiskiførum yvir 15 tons, sum fáa fiskiloyvi útskrivað frá landinum, skulu hava skyldu at brúka hesi loyvi. Um ikki verður loyvið tikið aftur.
Frágreiðing er gjørd við støði í orðingini í samgonguskjalinum um, at brúksskyldur skulu fylgja við brúksrættinum til fiskatilfeingið.
Í løtuni er eingin skylda at brúka tey fiskiloyvi, landið letur. Tann, ið fær loyvi, kann í prinsippinum sita á loyvinum, uttan at brúka tað, so leingi treytirnar fyri at hava loyvi annars eru loknar. Í øðrum føroyskum tilfeingisvinnum, m.a. í alivinnuni og kolvetnisvinnuni, er brúksskylda ein partur av lógarverkinum.
Frágreiðingin mælir til, at ein brúksskylda verður løgd á loyvini hjá fiskiførum yvir 15 tons, so at loyvi, sum ikki verða brúkt í tvey ár á rað, vera tikin aftur.
Frágreiðingin um umsetilig fiskirættindi lýsir umsetiligheit sum amboð í fiskiveiðistýringini, og hvussu umsetiligheitin virkar innan fyri verandi lógarkarmar.
Uppskotini um broytingar hava støði í endamálinum í lógini um vinnuligan fiskiskap um at tryggja besta samfelagsliga íkastið frá fiskivinnuni, og orðingina í samgonguskjalinum um, at allar tilfeingisvinnur skulu geva størst møguligt búskaparligt avkast.
Frágreiðingin staðfestir, at um hesi mál skulu røkkast við umsetiligheit, so er tørvur á at broyta lógarkarmarnar, so at flyting av fiskirættindum verður smidligari og fríari.
Flestu avmarkingar í lógini fyri at handla fiskirættindi eru í flotanum, sum er undir fiskidagaskipan í føroyskum sjógvi. Uppskotini í frágreiðingini um at broyta verandi reglur fyri flyting av fiskirættindum snúgva seg tí mest um hendan partin av fiskiflotanum.
Hevur tú hugsjónir um skúlamenning og nýhugsan og ynskir at slóða fyri fakligari og námsfrøðiligari menning innan undirvísingarverkið, er hetta eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum
Aðalstjórin verður ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum og fer at hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Uttanríkisráðnum
Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Vípuna eftir trimum pedagogum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna at byrja 1. apríl 2010 ella eftir nærri avtalu
Fríggjadagin 26. februar 2010 handaði Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar Kommunu, eina gávu til Klaksvíkar Kommunu í sambandi við 100 ára føðingardag kommununnar