Advokatur: - Lógin hjá Fólkaflokkin er púra greið

Mítt tastatur >>

Í Lóg fyri Landsfelag Fólkafloksins, paragraff 12, stendur hvussu floksformaðurin í Fólkaflokkinum verður valdur, og hon er púra greið.

Eingin av teimum, sum Vágaportalurin hevur spurt, og sum hava verið í Fólkaflokkinum í mong ár, klára at miskilja lógina, hvusssu tey so royna.

Vágaportalurin hevur tí eisini spurt ein advokat, eina uttanveltaða rødd, um, hvussu henda lógin skal skiljast, og advokaturin sigur, at hon er púra greið.

- Fyrst stendur soleiðis: "Floksleiðslan velur floksformann eftir tilmæli frá ting- og landsstýrismanning floksins".

- Men tað sum so stendur: "Um meiriluti ikki er fyri tilmælinum á floksleiðslufundi, ger ting- og landsstýrismanning nýtt tilmæli", sigur okkum, at talan fær bert verið um at innstilla ein.

- Hetta er sera greitt í lógini, og tað er púra óneyðugt at gera nakra broyting her, so eg skilji ikki, at skilagóð fólk fáa hetta til ein trupulleika.

- Jørgen Niclasen er tilmæltur til floksleiðsluna, og skal so ein meiriluti í floksleiðsluni velja hann ella biðja um nýtt tilmæli, sigur advokaturin sum ikki hevur hug at vera nevndur, tá ið advokaturin sigur seg ikki velja Fólkaflokkin kortini.

Advokaturin leggur tó afturat, nú Annika Olsen hevur funnist at mannagongdini at velja floksformann, at hon skal kanska meiri hugsa um uppgávuna hjá floksformanninum, tá tað stendur: "Floksformaðurin teknar flokkin í politiskum spurningum og myndar floksins politikk bæði innanfloks og úteftir".

- Hetta hevur hon ikki enn livað upp til og fer tað heldur ongantíð.

§ 12 Floksformaðurin
Floksformaður verður valdur á hvørjum ári í seinasta lagi til landsfundin. Floksleiðslan velur floksformann eftir tilmæli frá ting- og landsstýrismanning floksins.
Um meiriluti ikki er fyri tilmælinum á floksleiðslufundi, ger ting- og landsstýrismanning nýtt tilmæli.
Fyri at verða valdur til floksformann, skal viðkomandi vera løgtings- ella landsstýrisfólk fyri flokkin.
Floksformaðurin teknar flokkin í politiskum spurningum og myndar floksins politikk bæði innanfloks og úteftir.
Floksformaðurin er samstundis formaður í floksleiðsluni.
 


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 23/11/2011, 19:56

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum