|
_________________
- saman við Reyða Krossi Føroya Vikuskifti á Copenhagen Towers hotel
Kom og gist á spildurnýggja 4* Crowne Plaza Copenhagen Towers hotel, sum liggur bert 5 minuttir frá Kastrup Lufthavn og 12 minuttir frá miðbýnum í Keypmannahavn Fonn Flog hevur nú í fleiri ár fylgt gongdini hvørji støð, okkum føroyingum dámar væl at ferðast til Mátingarnar millum Trøllhøvda og Hestoynna vísa, at í mátitíðarskeiðinum, sum var frá 10. juli til 14. septembur, var harðasta rákið har umleið 6.5 knob Skopunarfjřrđur er betur blandađur Hitin við Skopun broytist javnari (meiri líðandi) enn hitin við Oyrargjógv. Hetta bendir á, at sjógvurin í Skopunarfirði er betur blandaður enn í Vestmannasundi |
Alt ímillum svartkjaft og politiinspektřr |

Munnligir fyrispurningar til tingfundin miðvikudagin 10. februar 2010:
1. Fyrispurningur til Jóhan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum:
· Hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum ætlanir um at vaksa um íløgujáttanina – umvegis eykajáttanarumbønir - í hesum árinum, í 2010, soleiðis, at okkurt av ítøkiligu uppskotunum í frágreiðingini “Vakstrarætlan – vøkstur og virksemi” kann setast í gongd sum skjótast?
Viðmerkingar:
Nú er ætlanin, at frágreiðingin “Vakstrarætlan – vøkstur og virksemi” skal vera grundarlag undir einum aðalorðaskifti á Føroya Løgtingi. Ætlanin skuldi eitast at vera eitt framhald av kenda Ólavsvøkupakkanum, og í mun til rakstrarsparingar á fíggjarlógini í 2010 skuldi hetta onkursvegna umboða ein politiskan katalysator, ið skuldi seta ferð á búskapin aftur. M.a. var nógv gjørt burturúr almenna íløgupartinum, og tað mest ítøkiliga í frágreiðingini er brotið um føroyskt skipasmíð.
Í hesum brotinum stendur m.a., at farast skal undir at smíða eitt nýtt havrannsóknarskip í 2010, og at skipið skal takast í nýtslu í 2011/2012. Víst verður til eina partalagsavtalu millum føroyskar entreprenørar í hesum viðfanginum. 20 mió. kr. vóru í upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum umframt 10 mió. kr., sum nevndin í Forskotsgrunninum gav tilsøgn um, táið Havstovan fylti hálvthundrað ár. Undir kaotisku umstøðunum, táið fíggjarlógin var samtykt fyri jól, bleiv hendan uppskotna íløgujáttanin strikað.
Samsvarandi Ólavsvøkupakkanum skuldu 317 mió. kr. játtast til íløgur í 2010. Henda ætlan varð rættiliga amputerað undir viðgerðini og endaliga úrslitið gjørdist, at íløgujáttanin var lækkað við 137 mió. kr. ímeðan rakstrarætlanin varð hækkað við 127 mió. kr.
Ósemja í samgonguni um íløgurnar var helst orsøkin til hesa minking. Sagt varð, at skjótast gjørligt í nýggja árinum skuldi støða takast til íløguspurningin av nýggjum. Hetta er ikki hent og sambært løgmanni, Kaj Leo Johannessen, á tingfundinum seinasta miðvikudag, í svari til ein fyrispurning frá Bill Justinussen, verða ongar broytingar gjørdar í 2010 viðvíkjandi íløgunum, sum vóru samtyktar í sjálvari fíggjarlógini fyri verandi ár. Løgmaður var ógvuliga ítøkiligur í sínum svari: “Tann íløguætlan sum er, tað er tað sum Løgtingið hevur samtykt, umframt útbyggingina av Flogvøllinum, og tað er ikki ætlanin at koma við eykajáttanarumbønum í hesum sambandi.”
Flestu munnu vera á einum máli um, at tað er júst í hesum døgum, har arbeiðsloysið veksur dag frá degi, at áneyðir eru á einum munaligum almennum leikluti hvat íløguvirksemi viðvíkur. Taka vit havrannsóknarskipið sum dømi, so vita vit, at vóru 5 mió. kr. játtaðar á fíggjarlógini, soleiðis sum andstøðan skeyt upp, hevði málið verið búgvið við ársenda, soleiðis at farið kundi verið undir at smíða fyrst í 2011. Sum landið nú liggur, hendur onki fyrrenn í fyrsta lagi í 2011/2012, táið skipið sambært Vakstrarætlanini hjá Vinnumálaráðnum skuldi vera liðugt. Sagt verður harumframt í ætlanini, at um verkætlanin við at nýta partalagsavtalu vísur seg at virka væl, er ætlanin at byggja nýggja Nólsoyarferju á líknandi hátt.
Nú samgonguleiðarin, løgmaður, hevur boðað frá, at ongin játtan verður latin til íløgur í hesum árinum, umframt tað sum longu er samtykt, tykist tað í so paradoksalt, at fara undir aðalorðaskifti um mál, sum man er politiskt samdur um, at ongar játtanir verða til í bræði. Hetta júst í eini tíð, táið størsti tørvur er á almennum íløguvirksemi.
2. Fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum:
· Nær ætlar landsstýrismaðurin at taka eina avgerð um, hvussu tað ið eftir er, av føroysku svartskjaftakvotuni, skal veiðast av føroysku uppisjóvarskipunum?
· Ætlar landsstýrismaðurin at býta hendan partin av kvotuni út sum eginkvotur á sama hátt sum í fjør?
· Táið landsstýrismaðurin í bløðunum rør framundir, at avgerðin skal takast í landsstýrinum og møguliga á einum samgongufundi, skal tað tá skiljast soleiðis, at landsstýrismaðurin í tí førinum leggur ministeriellu ábyrgdina frá sær, útdelegerar hana, sambært stýrisskipanini, til landsstýrið og allar samgongulimirnar, og at hann hartil leggur ábyrgdina frá sær í mun til eitt hugsað eftirspæl, táið ein so prinsipiell broyting hendir í býtinum, sum í tí førinum frá eginkvotum til felagskvotu?
Viðmerkingar:
Nakað av rumbli var um býtið av svartkjaftakvotuni í fjør. Andstøðan og partar av samgonguni vóru ikki samd við landsstýrismannin, sum mong hildu hevði tikið eitt óvanliga margháttligt stig, táið hann býtti partin hjá føroysku skipunum út í eginkvotur.
Ósemjan frá í fjør tykist vera orsøkin til, at føroysku skipini enn ikki hava fingið boð um, hvussu býtið verður í 2010, hóast nærum hálvur annar mánaði er farin av árinum. Í Dimmalætting í seinastu viku, sigur landsstýrismaðurin, at hann er mest hugaður fyri at endurtaka býtið frá í fjør, men samstundis sigur hann, at málið skal viðgerast í landsstýri og á samgongufundi, og sum skilst skal ein samgongufundur taka støðu til, hvussu býtið skal fara fram.
Hetta bendir á ein nógv viknaðan landsstýrismann, sum sjálvur ynskir eginkvotur, men sum ætlar sær at fara á samgongufund fyri at fáa konfirmeraða júst ta øvutu støðuna, sum er veiða samsvarandi felagskvotu. Soleiðis má málið skiljast, um Javnaðarflokkurin annars stendur við ta støðuna, sum flokkurin hevði til málið fyri einum ári síðani.
3. Fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýrismann í innlendismálum:
· Hevur landsstýrismaðurin frætt nakað frá ríkispolitiovastanum um nógv umrøddu starvssetanina, sum politiinspektørur í Føroyum, og frættir hon onki, hvussu ætlar hon tá at agera í mun til brotið á Rættargangslógina, sum ríkispolitiovastin sambært henni sjálvari hevur gjørt seg sekan í?
Viðmerkingar:
Í rættargangslógini finst hendan orðingin: “§ 110. Under rigspolitichefen henlægges særlig:
1) Fordeling og omflytning samt indstillinger om ansættelser og forfremmelser inden for Færøernes politikorps og politiets kontorpersonale. Forinden indstilling om ansættelse i politikorpset afgives, indhenter rigspolitichefen erklæring fra landfogden (politimesteren) og fra Færøernes landsstyre.
Hendan greinin ger púra greitt, at danski fútin í Føroyum og Føroya Landsstýrið skulu konsulterast og geva eina fráboðan um sína støðu til umsøkjararnar, áðrenn innstillað verður til starvið.
Annika Olsen gjørdi greitt á tingfundinum seinasta miðvikudag, at hon fríggjakvøldið hin 29. januar 2010 fekk eina fráboðan um, at starvið sum politiinspektørur var sett.
Frammanundan hesum hevði hon onki hoyrt um málið yvirhøvur, tvs., at Landsstýrið ikki hevði havt tann leiklutin í starvssetanini, sum Rættargangslógin ásetir. Harvið hava hann, teir ella tey, ið avgerðina hava tikið, brotið ásetingina í lógini.
Landsstýrismaðurin boðaði á sama fundi frá, at hon hevði spurt hjá Ríkispolitiovastanum um málið, og nú má roknast við at svarið er komið, og harvið má landsstýrismaðurin eisini vera førur fyri at svara, hvørjar avleiðingar Føroya Landsstýrið fer at taka í mun eitt brot á so týðandi lóggávu. Tað ger ikki málið minni týðandi, at man hevur brotið við siðvenjuna, har føroyingar hava mannað starvið í áratíggju. Nú er ein dani settur, og Landsstýrið varð í tí førinum, tilvitað ella ikki, sett út av spælinum í prosessini.
4. Fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í uttanríkismálum:
· Nær hevur Føroya Løgting seinast havt aðalorðaskifti um uttanríkismál, grundað á eina uttanríkispolitiska frágreiðing frá Landsstýrinum?
· Nær ætlar verandi landsstýrismaður í uttanríkismálum at leggja fyri Løgtingið eina frágreiðing um landsins uttanríkispolitikk, soleiðis, at tingmenn kunnu skifta orð um leiklut Føroya í mun til umheimin?
Viðmerkingar:
Undir fullveldislandsstýrunum var tað vanligt, at Landsstýrið legði fyri Tingið frágreiðing um uttanríkismál. Aðalorðaskifti var síðani hildið um frágreiðingina. Stígur kom í hesa annars skilagóðu gongd, táið fyrra ABC-samgongan tók við valdinum.
Nú hava Føroyar havt uttanríkisráð í meira enn tvey ár, og enn er gongd ikki komin á hesa gomlu siðvenju aftur. Í øðrum sjálvstøðugum londum er vanligt, at politiska skipanin er rímiliga samd um tann politikkin, sum landið skal reka mótvegis umheiminum. Í Føroyum veit ongin hvør uttanríkispolitiska kósin er, landsstýrismaðurin hevur ongantíð gjørt greitt hvat hann ætlar í so máta, og tað er bara sporadiskt, táið eitthvørt mál skal gagna onkrum ávísum samhugaðum, at landsstýrismaðurin kemur sum ketta upp út høvdatrogi við eini støðu til okkurt mál, sum hevur tikið seg upp í Europa ella aðrar staðir í heiminum. Her finst ongin samlaður uttanríkispolitikkur, sum flokkarnir á Tingi kunnu taka støðu til.
Nógvar atfinningar hava verið at Uttanríkisráðnum, og ein orsøkin kann vera, at ongin veit hvussu tey ymsu málini, sum taka seg upp, standa í mun til uttanríkispolitikkin hjá Føroyum. Hann er ikki ásettur og tíansheldur er kjakað um hann. Sjálvandi er tað trupult at reka uttanríkispolitikk í einum hjálandi, serliga táið man sjálvur hevur lagt seg í eina uttanríkispolitiska spennitroyggju, men harfyri kann man hava ætlanir um framtíðina. Bara fyri at taka eitt dømi, so vita vit ikki enn hvønn europapolitikk hendan samgongan er samd um, hóast hon hevur sitið í Tinganesi í hálvtannað ár.
5. Fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum:
· Hvør er búskaparliga javnvágin í fiskiveiðisáttmálanum, sum Føroyar og Russland gjørdu sínámillum nú fyri kortum?
· Hvør er grundleggjandi filosofiin aftanfyri politikkin um, at gera ein sáttmála við annað land, um umbýti av tilfeingi, táið man er vitandi um, at hesin er búskaparliga væl meira til fyrimunar fyri hin partin enn fyri ein sjálvan?
Viðmerkingar:
Í fjølmiðlunum hevur landsstýrismaðurin sagt, at Føroyar hava búskaparligt hall í fiskiveiðisáttmálanum við Russland, men táið sáttmálin fyri 2010 var undirskrivaður, segði hann tó, at hesin var frægari enn sáttmálin í 2009.
Nú munnu tað vera tey fægstu sum vita, hvat frægari merkir í hesum sambandinum. Tí eigur landsstýrismaðurin at greina fyri Tinginum, hvussu stórt hallið er í okkara luti í hesum nýggja sáttmálanum, samsvarandi teimum útrokningum sum Fiskimálaráðið hevur gjørt undir samráðingunum, og sum samráðingarfólkini vóru greið yvir, táið skrivað varð undir.
Harafturat eigur hann at upplýsa fyri Tinginum, hvør prísur er ásettur teimum ymisku fiskasløgunum viðvíkjandi, hetta fyri at tingfólk og borgarar landsins sjálvi kunnu gera sær eina mynd av samhanginum í einum máli, sum eftir øllum at døma ikki er búskaparliga til fyrimunar fyri Føroyar.
Glyvrum, 08. februar 2010-02-08
tórbjørn jacobsen
Stjóri til nýggjan vitanarstovn
Hevur tú hugsjónir um skúlamenning og nýhugsan og ynskir at slóða fyri fakligari og námsfrøðiligari menning innan undirvísingarverkið, er hetta eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum
Ađalstjóri til Uttanríkisráđiđ
Aðalstjórin verður ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum og fer at hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Uttanríkisráðnum
Knívar, gafflar, talerkar, djúpir sum fláir, og stólar og startlínur
Aðalfundurin hjá 07 Vestur verður hósdagin 25. mars 2010 kl.19.00 í skúlanum á Giljanesi
Landsfundur Sambandsfloksins 2010 verður á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn leygardagin 20. mars
1 avloysarastarv sum sjúkrarøktarfrøðingur er leyst at søkja frá 1. apr. 2010 til 1. sep. 2010

Aðalfundur felagsins verður tann 25. mars kl. 19:00 í Beitishúsinum í Miðvági

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Vípuna eftir trimum pedagogum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna at byrja 1. apríl 2010 ella eftir nærri avtalu
Vćlverukvřld á 62şN airport hotel
Fótabað, feittprosent, klæðir, skógvar, góður matur og mótashow og annað mangt
Felagið Handalag hevur aðalfund tann 9. mars kl. 20:00 á Vága Kunningarstovu
Tá bankatoskurin hvarv í Tangafirđi
Martinus á Ósabakka hevði skyldina. Tað var hann, sum í 1923 við sínum gørnum tipti holið, so toskurin ikki longur kundi svimja í millum Føroyabanka og Tangafjørð
Av og á verða fiskasløg fingin undir Føroyum, sum ikki fyrr hava verið sædd í føroyskum sjógvi

Í seinastu vikuni av september 2009 setti rannsóknarskipið Magnus Heinason út nakrar merktar alikalvar á Landgrunninum