Álvarsamir langtíðar skaðar á fiskiríkidømi eftir oljudálking

Lesarin skrivar >>

Oljudálking hevur við sær stóran skaða á fisk langa tíð eftir at oljan er horvin og ikki sæst á vatnskorpuni ella í fjørðuni. Og oljan kann eisini blíva enn meira vandamikil í upploysingar gongdini í náttúruni.

Hetta er niðurstøðan í ToxProf granskingarverkætlan, ið er gjørd í samstarvi millum Noreg, Ongland, Spania og Frakland. Grundarlagið í kanningini eru stórar oljudálkingar, ið hava verið  fram við Europeisku strendurnar. Frá Noreg hevur stovnurin NIVA og Biologisk Institut frá universitetinum í Oslo tikið lut.

Eingi úrslit eru tøk frá javnbjóðis gransking, men vísir ToxProf verkætlanin, at sjálvt um olja hvørvur rímuliga skjótt á vatnskorpuni, kunnu eitrandi evnini í oljuni framhaldandi hava við sær skaðaárin í langa tíð eftir eitt dálkingaróhapp.

Greið tekin vóru í kanningini, at eiturevnini í oljuni kunnu geva skaðar á DNA (arvaeginleikar) og hava við sær strongd  hjá toski, kraklingi og tarastubba, ið vóru tey djór, kanningin tók støði í.

Í fleiri økum síggjast skaðaárin í 15 til 20 ár eftir oljuvannlukkur sum t.d. Exxon Valdez í Alaska í 1989. Sagt verður at oljan kann hava við sær álvarsamar vistfrøðiligar avleiðingar tá hon upploysist og verður brotin niður í sjónum. Sambært Ketil Hylland, professara í toksikologi á Biologisk Institut í Oslo, mugu oljuútlát ikki gerast til einkis og takast fyri at verða av lítlum og ongum tídningi, sjálvt um dálkingin ikki er sjónlig á vatnskorpuni.

Granskingarverkætlanin var framd innandura og í kørum har trí sløg av olju vóru eftirkanna. Talan var um olju av slagnum Ekofisk, Arabian Light og vanliga gassolju. Endamálið var at kanna skaðaárin frá ymsu oljusløgunum eftir at hesi vóru partvís upployst og eisini høvdu verið í sólarljósi. Til bar í verkætlanini at stýra ymsar styrkir í eitrandi evnunum í oljuni.

Sambært Ketil Hylland vísir nógv nýggj gransking, at langtíðar skaðilig árin frá oljuútlátum í havumhvørvið kann vera meira álvarsom enn higartil mett, og at oljan kann verða meira eitrandi og vandamikil tá hon upploysist í náttúruni.

Ketil Hylland leggur at enda afturat, at dálkingin frá oljuni kann ávirka gýtingina hjá fiski soleiðis at henda ikki tekur seg upp rætta tíð á árinum, og kann úrslitið tá verða at fleiri ættarlið av fiski verða rakt av dálkingini.

Sambært PAME, Protection of the Arctic Marine Environment, ið er arbeiðsbólkur hjá Arktiska Ráðnum, eru mest álvarsomu hóttanir móti havumhvørvinum í arktiska og norðuratlantiska økinum skibsvanlukkur heldur enn reglulig skipaferðsla har oljudálkað vatn kemur út í umhvørvið. Sagt verður í drúgvari kanning frá 2009, at ringasta óhapp, ið henda kann, er 200.000 tons oljutangabátur, ið søkkur í Norðuratlantshavið.

Fylgjurnar verða sera álvarsligar fyri vistfrøðina í sjónum, og næst kann úrslitið blíva ein fullkomin niðurbræðing í fiskivinnu, alivinnu  og búskapinum hjá londunum í økinum sum heild. Hendir slík vannlukka í arktiskum øki verða avleiðingarnar álvarsamar á vistskipanina tá oljan ikki upploysist so skjótt í køldum sjógvi. Vitan er ikki neyv um árin á plankton og mikroverur, ið liva undir havísinum, tó at fylgjurnar kunnu verða alt oyðileggjandi.

Kanningin hjá PAME vísir á, at  vitanin er størri til dálkandi árin hægri uppi í føðiketuni. Oljudálking í gýtingartíð er oyðandi fyri egg og yngul, verður sagt, meðan óvissa er ( í 2009 ) um óhepin árin ella virknaðin á toskastovnar. PAME leggur afturat, at laksur og síl eru sera viðbrekin fyri oljudálkan.

Sambært Per Starklint, leiðara fyri Færøernes Kommando, eru umleið 200 risastórir oljutangabátar kring Føroyar á hvørjum ári, og er spurningurin ikki um, men nær vit skulu rokna við ólukkan hendir. Sum er í løtuni er eingin tilbúgvingarætlan og eingin útgerð at fyribyrgja slíka vannlukku, og heldur eingin útgerð er tøk at taka stórar nøgdir av olju upp úr sjónum. Myndugleikin, ið varar av hesum, er Føroya Landsstýri.

Kári Thomsen


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 04/02/2012, 15:56

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum