Annika Olsen: - Sjúkrarøktarfrøðingar eru livandi kyndlar

Politikkur >>


Mynd: Jens Chr. Vang

Góðu sjúkrarøktarfrøðingar, áhoyrarar og fyriskiparar.

Tað er mær ein stórur heiður sum landsstýriskvinna í almannamálum at sleppa at siga nøkur orð her í dag. Takk skulu tit hava fyri tað.

Tykkara fak er nakað heilt serligt. Fyri mong er tykkara arbeiðið fullkomiliga ósjónligt til ein sjálvur ella avvarðandi verða sjúk ella óhjálpin. Tit eru livandi kyndlar og fyrimyndir í lívinum hjá mongum føroyingi. Ótroyttiliga taka tit tykkum av og hava umsorgan fyri sjúkum, veikum og marginaliseraðum fólki.

Tit arbeiða, tá ið vit onnur gevast og hava frí. Allar tímarnar í samdøgrinum, alt árið runt, jólaaftan, og á ólavsøku eru tit í sving. Tað kann ikki gerast upp í pengum, hvussu stóran týdning tit hava í okkara samfelag.

Tað er kortini ikki veruleikin hjá sjúkrarøktarfrøðingum, ljós verður varpað á, tá ið vit skulu hava at vita, hvat hendir í samfelagnum. Dagsins strev hjá tykkum verður av einari ella aðrari orsøk ikki virðismett nóg nógv.

Hjá mær er tað púra óskiljandi at tykkara arbeiðið ikki er sjónligari og verður virt meira í almenna rúminum. Tit eru garanturin fyri, at hjálp verður veitt teimum, sum skulu hava hjálp. Tit tryggja, at umsorgan og viðgerð verður veitt  teimum, sum hava brúk fyri umsorgan og viðgerð. Tað er ein øgilig styrki, sum liggur í tí at vísa umsorgan og verður góður við fólk, sum eru sjúk og veik. Og hesa styrki hava sjúkrarøktarfrøðingar í ólukkumát. Tað prógva tit hvønn tann einasta dag. Tað má ofta standa nógv á tykkum, tí starvið krevur nógv sálarliga. Eg hugsi ofta, at tað má ofta kennast sum tyngjandi byrða, ofta at standa einsamallur við øllum avgerðum og truplum støðum.

Tíverri er tað veruleikin,  at tað ikki er stríðið hjá sjúkrarøktarfrøðingin, sum stjelur tær stóru yvirskriftirnar í bløðunum ella fær rúmd í loftmiðlunum. Herfyri kom eg á eina danska kanning um, hvør yrkisbólkur verður mettur at vera mest álitisvekjandi millum fólk. Henda kanning vísti, at fólk hava sum heild størst álit á læknum og sjúkrarøktarfrøðingum. Og tað er væl tað, alt snýr seg um. Álit millum fólk. So kunnu yvirskriftir verða yvirskriftir.

-----

Sum landsstýriskvinna í almannamálum, fari eg í hesari røðuni at savna meg um tykkara arbeiðið innan eldraøkið. Fyri at siga tað, sum tað er, so eri eg sera glað og errin av, at tað er júst tykkara álitsvekjandi fakbólkur, sum er eitt akker á eldraøkinum í Føroyum. Á sjúkrahúsum, á ellis – og røktarheimum, á vistarheimum og í heimatænastuni eru tit við til gera røktina so góða sum gjørligt hjá brúkaranum.

Lyklaorðini í eldrarøktini í dag eru millum annað heilsufremjandi fyribyrging, rehabilitering, viðgerandi og linnandi røkt. Á hesum øki eru tit saman fysio- og ergoterapeutunum serfrøðingarnir.  Tit hava yrkisførleikan til at tryggja teimum gomlu eina góða røkt.

Og tykkara arbeiði og ábyrgd í eldrarøktini kemur bara at veksa við árunum. Tey eldru gerast fleiri og fleiri í tali, og tí fer tørvurin á tykkara yrkisførleika bara at veksa.  Við økta tørvinum gerst avbjóðingin eisini størri.

Fólk, sum eru komin til lívsins heystartíð,  er ein hóttur bólkur. Tey eru veikari enn onnur, hava ymisk ellisbrek og vera oftari sjúk enn onnur, so her er tykkara leiklutur avgerandi.

Eg ivist kortini onga løtu í, at tit lyfta og fara at lyfta hesa uppgávu væl. Eldraøkið er eitt ógvuliga samansett øki, og tí er ógvuliga týdningarmikið við sterkari fakligari vitan. Sum eg skilji, so er áhugin fyri eldraøkinum veksandi millum sjúkrarøktarfrøðingar. Fleiri eru undir útbúgving í gerontologi, sum er læran um tey eldru, og ein PHD verkætlan um eldraøkið er eisini farin av bakkastokki. Hetta eru stór framstig, sum eg sjálvandi fegnist  um, tí Fakliga vitanin kann ongantíð gerast ov sterk, tí tað er ein hornasteinur í okkara vælferðarsamfelagi, at vit kunnu skapa góðar umstøður fyri einum góðum lívi á ellisárum.

Hugtakið sjálvræði fyllir nógv hjá mær politiskt. Eisini á eldraøkinum. Gransking vísir, at likamlig venjing er ógvuliga týdningarmikil í okkara eldru árum. Likamlig venjing betrar um virkisførleikan, og fyribyrgir versnan av varandi sjúkum. Harvið stuðlar venjingin, at tey eldru varðveita sítt sjálvræðið í størst møguligan mun. Likamlig venjing hevur eisini stóran týdning fyri tað sálarliga, og okkara evni at samskifta.

Endurvenjing ella rehabilitering eru avgerandi, tá ið vit tosa um persónligt sjálvræði í okkara eldru árum. Rehabilitering snýr seg um at geva fólki við mistum førleika sína tign, æru ella støðu aftur.

Tað kann gerast við venjing, men kann  eisini innihalda onnur sløg av viðgerð, stuðli ella hjálp. Tað er neyðugt við eini hugburðsbroyting. Vit mugu hugsa meira enn bara um røkt, vit mugu hugsa um “tað heila menniskja”, sum skal hava sítt lív so gott og virðiligt sum gjørligt.

Eg havi á fíggjarlógini raðfest endurvenjing til fólk, sum av einari ella aðrari orsøk hava brúk fyri at vinna førleikan aftur, og í tí sambandi fara vit at leggja stóran dent á tann samskipandi partin, og tað tvørfakliga samstarvið. Tað er sera týdningarmikið, at fólk, ið missa sín fulla førleika, ella á annan hátt møta mótgongd á lívsleiðini, verða stuðlað í at vinna á trupulleikunum, og gerast virkin aftur í samfelagnum.

---

Tað eru tíverri nógvar mytur um ellis árini. Elli er ikki nøkur sjúka ella brek. Tað er eitt stórt mistak at síggja tey eldru sum ein stereotypan bólk. Vit eldast ymiskt, og tí er ymiskt hvørji tilboð, stuðul ella røkt, vit skulu hava.  Tey eldru eru jú júst líka ymisk, sum vit onnur, ið eru samlaði her í dag.

Tað harmar meg, at vit ofta hava ein negativan hugburð um ellisárini. Vit hoyra javnan um eldrabyrðuna, og at samfelagið hoknar undan fíggjarbyrðunum orsakað av, at tali av eldri fólkum veksur. Tey eldru verða gjørd til eina byrðu. Hetta mugu vit broyta. Broyta diskursin ella tryggja eitt paradigmuskifti, sum tað eitur á fakmáli. Tíverri tykjast tað sum um, at verður søgan søgd nóg ofta, so passar hon. Hetta ávirkar, hvussu tann einstaki upplivir at eldast og sjálvsfatanin ávirkast á negativan hátt.

--------

Í 2006 gjørdi granskingardepilin fyri økismenning eina trivnaðarkanningin millum sjúkrarøktarfrøðingar.  Kanningin vísti, at sjúkrafrøðingar sum heild halda, at politiski myndugleikar ikki virða tykkum nóg nógv.Í trivnaðarkanningini er ein sjúkrarøktarfrøðingur endurgivin fyri at siga: So leingi sjúkrarøktin er ein kvinnuverð, og politiski myndugleikin ein mannfólkaverð, vil sjúkrarøktin blíva lágt mett av tí politiska myndugleikanum.

Av góðum grundum veit eg ikki, um hesin hugburður framvegis er galdandi. Eitt er kortini vist.  Politikarar – bæði menn og kvinnur - sleppa snøgt sagt ikki undan at tosa um tey eldru og eldrarøkt í framtíðini. Eldraøkið er komið á fíggjarligu og harvið eisini politisku dagsskránna. Í kjakinum um eldrarøktina verður tykkara vitan og fakligheit avgerandi. Sjálvt um tíðirnar ikki eru tær bestu fíggjarliga, so hava vit ikki ráð til eina discountsjúkrarøkt til okkara eldru.

Mín vón er, at tit saman við mær fara at standa saman um tryggja, at eldrarøktin í framtíðini verður styrkt.

Her at enda kann eg taka aftur í kanningina sum er gjørd av, hvør yrkisbólkur verður mettur at vera mest álitisvekjandi millum fólk. Meðan sjúkrarøktarfrøðingar høvdu størst álit, ja so vóru vit politikarar í botni, hvat álitið viðvíkur. Vónandi er støðan ikki SO ring í veruleikanum, og at tit trúgva onkrum, sum eg havi ført fram her í dag.

Góðan fakfestival øll somul.

Takk fyri!

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 30/01/2012, 12:22

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum