|
_________________ Ongi |
Arbeiđs- og familjulíviđ í javnvág? |

Føroyski arbeiðsmarknaðurin broytist alsamt, eins og tað gerst alt meira vanligt, at fólk ynskja at liva meira í samljóði við familjulívið og teir møguleikar og avbjóðingar, sum gerandislívið hevur at bjóða. Hetta hevur við sær, at fólk seta fram fleiri krøv til arbeiðsmarknaðin, eins og fólk ynskja møguleika at skipa síni viðurskifti soleiðis, sum tað hóskar teimum best. Hesi ynski, fevna m.a. um ein smidligari arbeiðsmarknað, soleiðis at lættari verður at sameina arbeiðslív og familjulív, seta krøv til allar partar av føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Ásannandi, at ávís tiltøk átti at verðið sett í verk til tess at brynja føroyska samfelagið til komandi avbjóðingar á arbeiðsmarknaðinum, setti undiritaði í 2007 eina kommissión, sum skuldi viðgera hesi viðurskifti.
Kommissiónin skuldi serliga seta fokus á týdningin av javnvág millum arbeiðslív og familjulív, og skuldi hon gera uppskot um, hvussu betri javnvág kundi fáast millum arbeiðs- og familjulív, har endamálið við uppskotunum frá kommissiónini skuldi vera at økja um trivnaðin hjá løntakarunum í arbeiðinum og heima soleiðis, at sínámillum samskiftið millum familjulívið og arbeiðið gjørdist so positivt sum gjørligt.
Gott familjulív
Málið var at røkka einum góðum og mennandi familjulívi, soleiðis at arbeiðsmarknaðurin sum úrslit av hesum fekk væl motiveraðar og innovativar løntakarar.
Talan var um umfatandi arbeiði. Kommissiónin var mannað við umboðandi arbeiðsmarknaðin, trúðarlívið og onnur viðkomandi. Formaðurin var fólkalívsfrøðingur og rektari á Fróðskaparsetri Føroya.
Arbeiðið skuldi vera verða liðugt 1. januar 2009. Kommissiónin hevði tveir fundir, men varð arbeiðið lagt stilt aftaná valið í januar 2008, og var kommissiónin avtikin av CHE-samgonguni.
Ætlanin var, at politiski myndugleikin og partarnir á arbeiðsmarknaðinum skuldu fáa eitt idékatalog at skipa framtíðarpolitikkin eftir. Av politiskum orsøkum gjørdist hetta av ongum.
Nú tvey ár eru runnin, er arbeiðið framvegis ikki tikið uppaftur, og hevur undirritaði tí sett hesar spurningar til landsstýrismanninum í vinnumálum:
1) Hvønn týdning sær landsstýrismaðurin í smidligari arbeiðmarknaði fyri at betra um møguleikarnar at samskipa arbeiðs- og familjulívið?
2) Heldur landsstýrismaðurin, at við øktum trivnaði á arbeiðsmarknaðinum, at sínámillum samskiftið millum familjulívið og arbeiðið gerst meira positivt?
3) Heldur landsstýrismaðurin, at kommissjónsarbeiðið frá 2007, við sínum greiðu arbeiðssetningum, var eitt skilagott átak?
4) Ætlar landsstýrismaðurin at seta kommissjónsarbeiðið í gongd aftur, so úrslit spyrts burtuúr, sum betur kann sameina arbeiðs- og familjulívið?
Bjarni Djurholm,
løgtingsmaður
djurholm@olivant.fo
Stjóri til nýggjan vitanarstovn
Hevur tú hugsjónir um skúlamenning og nýhugsan og ynskir at slóða fyri fakligari og námsfrøðiligari menning innan undirvísingarverkið, er hetta eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum
Ađalstjóri til Uttanríkisráđiđ
Aðalstjórin verður ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum og fer at hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Uttanríkisráðnum
Knívar, gafflar, talerkar, djúpir sum fláir, og stólar og startlínur
Aðalfundurin hjá 07 Vestur verður hósdagin 25. mars 2010 kl.19.00 í skúlanum á Giljanesi
Landsfundur Sambandsfloksins 2010 verður á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn leygardagin 20. mars
1 avloysarastarv sum sjúkrarøktarfrøðingur er leyst at søkja frá 1. apr. 2010 til 1. sep. 2010

Aðalfundur felagsins verður tann 25. mars kl. 19:00 í Beitishúsinum í Miðvági

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Vípuna eftir trimum pedagogum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna at byrja 1. apríl 2010 ella eftir nærri avtalu
Vćlverukvřld á 62şN airport hotel
Fótabað, feittprosent, klæðir, skógvar, góður matur og mótashow og annað mangt
Felagið Handalag hevur aðalfund tann 9. mars kl. 20:00 á Vága Kunningarstovu
100 ára fřđingardagsgáva frá Tvřroyrar Býráđ
Fríggjadagin 26. februar 2010 handaði Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar Kommunu, eina gávu til Klaksvíkar Kommunu í sambandi við 100 ára føðingardag kommununnar