Hoyrdi um happing av littum ítróttarfólki í Føroyum. Hoyrdi niðrandi umtalu av teimum, ið víkja frá við atliti at trúgv, lívsstíli og kynsligum samleika. Hoyrdi orðini sum bergmál við míni egnu rødd. Er tað nakað menniskja, sum í sjálvum sær er so vánaligt, at tess manna virði er í vanda? Finnast tað menniskju, ið vit als ikki skulu koma í nánd av? Spurningurin er væl kendur í grikskari og rómverskari heimspeki. Væl kendur í Týsklandi undir seinra heimsbardaga, tá ein fjøld av jødum og øðrum minnilutum vórðu týnd vegna tess, at slagið ikki borgaði fyri reinleika. Vit minnast í undanfarnu øld støðuna í Suður Afrika, har tey littu vórðu forfylgd, pínd og avrættað vegna teirra húðalit. Andaliga tala er tað ein spilla, um vit meta okkum betri enn onnur, meira verd og betri skikkað. Sannleikin er einfaldur, at støða okkara sum kristin er náði oman yvir náði. Vit verða roknað rættvís í trúnni á Jesus. Okkum verður góðskrivað tað, sum Jesus er. Kristi rættvísi er friður okkara, og júst henda fatanin minnir á eyðmjúkt sinnalag. Náðin setur eingi krøv. Tað verður givið fyri einki og móttikið í tøkk. Hetta er ein jalig mynd av sonnum kristindómi. “Síggið til, at tit ikki vanvirða eitt einasta av hesum smáu; tí at eg sigi tykkum, at einglar teirra í himlinum altíð skoða ásjón faðirs míns, sum er í himlinum.” (Matt. 18,10) Tað eru mong kristin, sum hava sæð álvaran í hesi útsøgn. At stilla seg við lið teirra, ið av ymiskum orsøkum verða sett til síðis ella sjálvi tóku seg burturfrá. At tala søk teirra minni mentu og vera verji teirra, ið ongan góðan eiga. Í Suður Afrika vardi kirkjan forrættindi teirra hvítu og rættindi teirra fáu í stríðnum móti tí litta meirilutanum. Tey hvítu, ið vórðu væl stuðlað av Vestur Evropa, mettu, at tey littu vóru ein hóttan móti kristnari vesturlendskari hugsan og opin fyri sosialismu og kommunismu. Í bókini “eingin framtíð uttan fyrigeving” vísir biskupurin í Suður Afrika, Desmond Tutu, á, at neyðugt er at ásanna og staðfesta síni føll og mistøk til tess at fáa eina bjarta framtíð. Tað er eingin framtíð uttan fyrigeving. Tá “nevndin fyri sannleika og sóning” fór til verka seinast í nítiárunum, eftir at fólkaræðið hevði avloyst apartheid stýrið í Suður Afrika, varð Desmond Tutu útnevndur sum formaður. Ístaðin fyri hevnd, dóm og hatur valdi nevndin ein kærleikans náðar leist fyri sínum virki. Øll tey, ið ásannaðu síni mistøk og bóðu um náði, fingu fyrigeving, grið og náðir. Teimum var givin ein nýggjur møguleiki til eitt lív í frælsi, sjálvt um arrini stóðu sjónsk í sál og sinni. Allir landsins borgara fingu sama møguleika. Hin kristna kirkjan í Suður Afrika, fyrst tey littu og síðani tey hvítu, gjørdi tað, ið líkist fyrimynd Jesu. Tað er lívsneyðugt at venda um, sjálvt um vit trúgva. Jesus bað fyri Pæturi, at trúgvin ikki mátti tróta. Og tá hann so einaferð er vendur um, skal hann styrkja brøður sínar. At styrkja brøður og systrar er uppgáva teirra kristnu. Tað er júst hetta Desmond Tutu vísir á, tá hann sigur : “Samsvarandi míni gudfrøði kann eingin av okkum døma nakað annað menniskja og taka frá tí møguleikan til bót og betring. Tá Jesus varð krossfestur, hendi tað saman við tveimum brotsmonnum. Ein av teimum angraði, og Jesus gav honum innivist í Paradís.” Hvør er størstur ella andaliga betri enn ein annar? Tað er ein viðkomandi spurningur. Vert er at biðja Jesus styrkja trúgva vára, so vit, tá vit einaferð eru umvend, kunnu styrkja brøður okkara. Men ávegis og óbeinleiðis lata vit Desmond Tutu svara spurninginum, tá hann uttan at siga tað vísir til Martin Luther. “Tað vit eru, og tað vit eiga – frelsan íroknað – er ein gáva, ein náði sum vit ikki kunnu arbeiða okkum fram til. Ein náði, sum verður okkum givin av einum kærleiksfullum hjarta. Guðs kærleiki til umvendar syndara er stórur. Onkur hevur sagt, at vit fara at undrast á, hvørjum vit møta í himlinum. Hinvegin fara vit eisini at undrast á, at menniskju, ið vit so avgjørt væntaðu at síggja, ikki eru at síggja, væl at merkja, um vit sjálvi sleppa inn. Tá alt kemur til alt, er einki menniskja vónleyst. Eingin støða er samsvarandi míni gudfrøði so út av lagi og uttan vón.” 1) Amen. Orðið : “Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.” (Jóhannesar fyrsta almenna bræv 1,9) Jógvan Fríðriksson, biskupur Kelda : 1) Desmond Tutu, Ingen fremtid uden tilgivelse, Rosinate 2000, s. 77.
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|