Atsóknin í Paradís

Vagaskjattan >>

Býurin fyrireikar ólavsøkuna, og høgættin er góð í høvuðsstaðnum. Nógvar vakrar løtur og fitt av vitjandi. Árstíðin er ljós og løtt.

Í gjár, fríggjadagin 22. juli 2011, var nógv á skránni. Góð og týdlig viðskiftafólk, gestir og vanligt arbeiði. Ímillum mangt og hvat var ein løta við sálarrøkt.

Spurningurin varð settur : “Prestur, trýrt tú á illamann?”

Satt at siga, havi eg ongantíð verið hugtikin av illamanni. Ei heldur fyllir hann nógv í mínum prædikum. Meti tað sjaldan til nyttuna at nýta nógva tíð til tað neiliga, dapurskygni og mistreysti.

Svarið kom drálandi, og tað var langt ímillum orðini, men innihaldið var greitt : “Nei, eg trúgvi ikki á illamann. Eg trúgvi á Jesus Krist, son Guðs, Harran og frelsaran.”

Eftir samtaluna vendi spurningurin nakrar ferðir í huganum. Var sannførdur um, at svarið var rætt og samsvarar við mína trúgv.

Og tó, so er svarið samstundis ein staðfesting av, at illimaður og tað ónda er ein megi, ið vit eiga at hava virðing fyri. Tað er júst hetta, ið hin kristna kirkjan staðfestir í síni játtan. Trúarjáttanin hevur ein inngang. Vit taka frástøðu frá tí ónda.

Í Jesu navni avnokta vit djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans.

Mær rann í huga eina telefonsamrøðu, har ein annar djúpthugsandi persónur spurdi, um tað var rætt, at vit deyðiligu avnokta djevulin og allar óndar gerningar. Viðkomandi helt, at menniskjan megnaði ikki at liva upp til eina slíka avnoktan.

Á ein hátt ljóðaði hetta skilagott, og viðhvørt verður trúarjáttanin søgd uttan avnoktan. Tað týdningarmesta er at játta trúnna á Jesus sum harra og frelsara. Og tó, í Jesu navni fáa vit eina styrki, tí Jesus hevur sigrað á illamanni, myrkursins valdi og øllum illum.

Dagurin í gjár gekk uttan útvarp ella sjónvarp. Klokkan 22 settu vit á NRK og sóu eina tíðindasending. Fleiri fólk vóru deyð í Oslo í eini atsókn. Nógv vóru skotin á Utøya, har ungdómurin hjá Javnaðarflokkinum heldur summarlegur. “Mítt ungdómsparadís er vorðið eitt helviti”, segði Jens Stoltenberg, forsætisráðharri.

Í nátt og í morgun havi eg endavent spurninginum um illamann. Vit hava ofta eitt einfalt svar til torførar spurningar. Tað er ikki altíð vísdómur at hava eitt standard svar. Tilveran er trupul at greina, og nógvir træðir eru í einum ymiskt littum teppi.

Illimaður og tað ónda. Áður var tað í huganum langt burturi, har annar átrúnaður valdar. Langt burturi har fólk høvdu annan húðalit og sóu øðrvísi út enn í norðurlondum.

Illimaður var ílatin litir, ið ikki vóru vanligir á okkara leiðum. Hann var sagdur at umboða fyribrigdi, ið vóru sjónlig hjá grannanum. Hann var sjáldan ein partur av okkara húski, tá vit royndu at lýsa hansara eginleikar ella greina hansara veran.

Framvegis trúgvi eg ikki á illamann. Hann er ikki ein partur av tí kristnu trúnni. Men, tað hoyrir við til kristna trúgv, at vit taka frástøðu frá øllum illum verki.

Hin kristni boðskapurin hevur tað í sínum skjaldramerki, at lívið er heilagt og dýrabart. “Tú mást ikki sláa í hel”, sigur tað fimta av teim tíggju boðunum.

Tað er sorg í Noregi, tí nógv fólk og fleiri enn áttati ungfólk hava latið lív. Sorgarleikurin staðfestir, at líkamikið hvat vit siga um illamann, so er óndskapurin ein veruleiki eisini í 21. øld eftir Kristi føðing.

Vit eru upplýst og væl lærd. Vit liva í einum framkomnum heimsparti og í einum samfelag á høgum støði innan vitan og tøkni. Og júst hjá okkum hendir ræðuleikin.

Lívið er ein hárfín gongd eftir eini knívsegg. Ein myrk løta, so hendir tað óskiljandi. Eitt hugans innskot kann skaka fólk og land.

Møguliga skal hin kristna prædikan rætta kumpass nakrar gradir, men okkara stevna og mál er at lyfta Jesu navn hátt í fólki og samtíð og vera viðkomandi.

Vendi aftur til sálarrøktina. Vit sum prædika í kirkju og samkomu, hava vit stundir til umsorgan, nærveru og viðkomandi samtalu? Ella prædika vit evangeliið um Jesus og halda eina frástøðu til fólkið?

Havi hoyrt um ein annan sorgarleik. Til er ein mildari formur fyri atsókn, tey hørðu orðini, tey køldu eyguni og fordømingin. Lívið er ein hárfín gongd eftir eini knívsegg. Tað vóru tey, ið fingu torføran veg at ganga og møguliga mistu fótafesti.

Framvegis trúgvi eg ikki á illamann. Men hvønn dag stríðist eg við tað illa, sum í mær er. Ætli mær at halda meg til Jesus, vónandi eydnast tað. Í øllum førum svíkur Jesus ongan. Hann er trúfastur. Amen.

Orðið : “Tí at hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, tað geri eg.” (Rómverjabrævið 7,19)

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Ólavur í Beiti tann 24/07/2011, 23:08

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum