Ávaring um ódn og illveður

Vagaskjattan >>

Uttanfyri ýlir stormurin. Vindurin tekur í húsini, og tað ljóðar ógvusligt. Veðrið er í eini mótsøgn til hugnan innandura, nú kerturnar loga í glugga og vrá.

Illveðrið verður í hæddin á midnátt. Longu á nátturða boðar Útvarpið frá, at skaði er hendur sunnan á landi. Óttin fyri veðrinum og tí øgiliga vindinum fær okkum at hugsa, at materiellur skaði er tað, ið hann er. Menniskjan er dýrabær, og sleppa vit við tímiligan skaða, so sleppa vit væl.

Á hesum sinni eru vit fyrireikað. Útvarpið hevur ávarað um illveðrið. Tað ræður um at fyrireika seg væl og rudda rundan um húsini og taka upp tað, ið liggur leyst.

Ikki einans eru vit ávarað, men lýsingar í útvarpinum hava sagt frá, at um vit ikki taka upp eftir okkum, so verður tað almenna fyri eigarans rokning at beina burtur tað, ið er til ampa fyri trygdina.

Skilagóðar áminningar, sum vilja øllum landsins borgarum væl. Veðrið er ikki at spæla við. Ein gamal skipari segð einaferð, tá eg eftir tænastuferð varð noyddur at venda aftur vegna storm og kavarok:

“Tað er skilagott at venda aftur. Vit trossa einans náttúruna til eitt vist. Loksins vinnur hon á okkum.”

Sat umborð á Smyrli ávegis til Suðuroyar, tá útvarpið bar ávarandi lýsingar. Ávaringin um veðrið gjørdist ein prædika. Sum við veðrinum, so er við lívinum. Týdningarmikið at liva eitt lív tilvitað og umhyggin. Umráðandi at vera opin fyri tí góða og vakra, at liva hjástaddur í lívinum meðan lívið er.

Kristnin prædikar eitt navn ikki sum ræðandi áminning um vanda og ræðslu. Navnið Jesus er eitt vælsignað navn, ið veitir trygd, hvíld og frið. Umráðandi at søkja Jesus, meðan dagur er ljósur, og leikur er góður.

Eisini á lívsleið hins einstaka er skiftandi veður. Viðhvørt koma vit í ódnaveður og missa fótafestið. Alt líkist leysum lutum, ið fúka við vindinum. Viðhvørt er veðurlagið so ógvusligt, at lívið hevur tað torført.

Uppgávan hjá okkum er at gróðurseta trø, sum geva lívd. At vit sum kristin eru góð við hvønn annan og hjástødd, tá skaðin er hendur. Hjástødd og umhyggin áðrenn skaðin er hendur.

Kristnin skal virka við kristnum sinnalagi. Vit skulu avmarka møguleikan fyri misrøkt og vanda. Ikki fyri eigarans rokning, tí tey, ið koma illa fyri í lívinum, hava neyvan gott gjaldføri. Fyri okkara felags rokning skulu vit samhaldsfast elska næsta okkara. Vit skulu í felag taka ábyrgd av lívinum. Kærleikin elskar, og elskandi kærleiki fjalir fjøld av syndum.

Viðhvørt er kærleikin eitt slitið og innantómt orð. Tað ræður um skygni, vit og skil. Tá ið vit sjálvi ella ein av okkara kæru kemur illa fyri í lívinum. Tað er so vælsignað, tá onkur stiðjar og hjálpir. At vera leiddur at húsum, tá lívsins vindar og fúkandi støv gera eyguni blind og vegin káman.

Umborð á Smyrli hoyrdi eg fráboðanina um ógvusligt veður. Mær rann í huga gamla prædikumannin. So mangan mettu vit hann dapran, men viðhvørt er sannleikin døkkur og dimmur.

“Og hugsa um skapara tín í ungdóms døgum tínum, áðrenn teir vondu dagarnir koma, og tey árini nærkast, sum tú sigur um : “Tey huga mær ikki;” ... tá ið maður stúrir fyri hvørjari brekku, og ræðslur eru úti á veginum, og mandlutræið stendur í blóma, og grashoppurnar streva seg fram, og káperberið dovnar; tí at maðurin fer til sín æviga bústað, og tey, sum syrgja, ganga um gøtur; áðrenn silvurtráðurin slitnar, og gullskálin brotnar, og krukkan fer sundur við kelduna, og hjólið dettur brotið í brunnin.” (Prædikarin 12, 1.5-6)

At hugsa um Jesus og kenna nærveru hansara. At prísa honum, meðan lívið hevur tað gott, og dagurin er ljósur. Tað er hollur førningur ávegis, eisini tá ódnin leikar. At kenna Jesus og vita, hvar vit skulu fara í hjálparloysi og neyð.

Kristnin kennir ikki svarið til neyð hins einstaka ella heimsins neyð. Men vit vísa á staðið, har sálin fær hjálp og hvíld, vísa til Jesus.

Í sjónvarpinum sóu vit tað sama kvøldið, áðrenn ódnin kom í hæddina, at sløkkilið og brandmenn vóru tilbúgvin. Hin kristna kirkjan : Eru vit tilbúgvin at hjálpa øðrum, tá ódnin leikar í lívi næsta okkara. Eru vit búgvin at hjálpa, ella tosa vit um rokningina, ið verður send til ánaran? Amen.

Orðið : “Eisini tykkum, sum vóru deyðir í misgerðum tykkara og yvirhúð holds tykkara, gjørdi hann livandi saman við honum, við tað at hann fyrigav okkum allar misgerðir okkara, og strikaði út skuldabrævið, sum kom okkum við..” (Kolossubrævið 2,13-14)

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Kelda : Kringvarpið 24. november 2011. Andaktin er skrivað sama dag kl. 20

Ólavur í Beiti tann 26/11/2011, 19:31

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum