Vćlkomin á Vágaportalin - top_lysingar
 
Vćlkomin á Vágaportalin - top2_lysingar


Set til startsíðu Lýsingar Um Vágaportalin



ve?ri?


Halliđ á fíggjarlógini burtur?

Minni útreiđslur
Skatt/avgjřld
Bćđi tvey

Vís atkvřđur

_________________

Ongi

Bill spyr um fiskiskap í suđurstillahavinum

Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í Uttanríkismálum

1.    Hvør hevur leikluturin hjá Uttanríkisráðnum verið í sambandi við samráðingarnar um fiskiveiðuavtalu í Suðurstillahavi?

2.    Nær kom Uttanríkisráðið upp í samráðingarnar, og hvør tók stig til at flyta uppgávuna úr Fiskimálaráðnum til Uttanríkisráðið?

3.    Um Føroyar ikki høvdu sett á stovn Uttanríkisráð í 2008, høvdu so byrjaðu samráðingarnar ikki komið á mál, og var tað avgerandi fyri samráðingarnar, at Uttanríkisráðið stóð fyri teimum?

4.    Hvussu stórt er virðið av avtaluni og hvussu stórt hevði virðið verið, um Uttanríkisráðið ikki var samráðingarpartur?

Fleiri røddir eru frammi um, at Føroyum ikki tørva eitt Uttanríkisráð. Hesum hevur landsins uttanríkisráðharri víst aftur við at vísa á glæsilig úrslit, sum vinna Føroyum munandi meiri inntøkur, enn kostnaðurin av Uttanríkisráðnum er.

M.a. verður sagt, at avtalan um rossamakrel í Suðurstillahavi er eitt beinleiðis úrslit av arbeiðnum hjá Uttanríkisráðnum, og at hendan avtalan vinnur Føroyum so mikið av inntøkum, at tær undirstrika týdningin av arbeiðnum hjá Uttanríkisráðnum. Undirritaði undrast á slíkar útsagnir, tí samráðingarnar við strandarlondini kring Suðurstillahavið, ES, Kanada, USA, Japan, Russland, Kina og Korea byrjaðu fyrst í mai-mánaða í 2007.

Tað vóru umboð fyri Fiskimálaráðið, sum luttóku á samráðingarfundinum; øllum kunnugt høvdu Føroyar onki Uttanríkisráð í 2007. Tá m.a. hetta avrikið verður sagt av vera partar av sjálvum tilverugrundarlagnum hjá Uttanríkisráðnum, liggja helst nýggjar inntøkur í arbeiðnum, sum ikki høvdu komi til høldar, um málsøkið ikki varð flutt úr Fiskimálaráðnum til Uttanríkisráðið.

Av tí at hetta er trupult fyri undirritaða at fáa eyga á í nevnda døminum, verður biðið um útgreinandi upplýsingar.

Munnligur fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum

1.    Fær ein embætismaður, sum fer frá í úrtíð, altíð fráfaringarløn, uttan mun til, hvussu hann hevur røkt ella misrøkt sítt starv?

2.    Um ikki, hvørji brot á starvstreytir hjá einum embætismanni kunnu hava við sær, at kravið um fráfaringarløn fellur burtur?

3.    Fer landsstýriskvinnan at endurskoða skipanina við fráfaringarlønum hjá embætisfólki, sum fara frá í úrtíð?

Føroyar eru eitt lítið land, har persónlig viðurskifti hjá eitt nú fráfarnum embætisfólkum lættliga gerast partur av almenna orðaskiftinum. Soleiðis hevur eisini verið hesi seinastu árini, har embætisfólk eru farin frá við løn í longri ella styttri tíðarskeið. Føroyar eru eisini eitt lítið land, tá talan er um fíggjarorkuna hjá tí almenna.

Og nú kreppa er í búskapinum, arbeiðsloysið økist og almenna hallið spreingir flestu mørk, er misnøgdin og øsingin enn størri um, at embætisfólk, sum fara úr starvi í úrtíð, fáa løn frá tí almenna í áravís og í summum førum fyri restina av lívinum, uttan at arbeiða fyri lønina. Tað er næstan sum at vinna í stóra happadráttinum hjá embætismanni at fara frá í úrtíð. Fyri verkafólk, tímalønt og flest øll onnur tykjast slíkar skipanir órættvísar mótvegis øllum, sum hvønn mánaða mugu lata upp til helvtina av lønini til landshúsarhaldið.

Á Løgtingi hevur verið nærum gravartøgn um slík viðurskifti, tí tey gerast persónlig, men manna millum er misnøgdin týðilig. Tí eigur landsstýriskvinnan í stuttum at greiða undirritaða og øllum áhugaðum frá hesum viðurskiftum.

Á Løgtingi 8. februar 2010
Bill Justinussen


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 08/02/2010 kl. 13:55


Aftur

Vćlkomin á Vágaportalin - lysingar_sida_innan


Stjóri til nýggjan vitanarstovn

Hevur tú hugsjónir um skúlamenning og nýhugsan og ynskir at slóða fyri fakligari og námsfrøðiligari menning innan undirvísingarverkið, er hetta eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum



Ađalstjóri til Uttanríkisráđiđ

Aðalstjórin verður ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum og fer at hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Uttanríkisráðnum



Eftirlýsing

Knívar, gafflar, talerkar, djúpir sum fláir, og stólar og startlínur



Ađalfundur hjá 07 Vestur

Aðalfundurin hjá 07 Vestur verður hósdagin 25. mars 2010 kl.19.00 í skúlanum á Giljanesi



Landsfundur Sambandsfloksins

Landsfundur Sambandsfloksins 2010 verður á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn  leygardagin 20. mars



Avloysari

1 avloysarastarv sum sjúkrarøktarfrøðingur er leyst at søkja frá 1. apr. 2010 til 1. sep. 2010



Innbjóđing til ađalfund

Aðalfundur felagsins verður tann 25. mars  kl. 19:00 í Beitishúsinum í Miðvági



Pedagogur og hjálparfólk

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Vípuna eftir trimum pedagogum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna at byrja 1. apríl 2010 ella eftir nærri avtalu



Vćlverukvřld á 62şN airport hotel

Fótabað, feittprosent, klæðir, skógvar, góður matur og mótashow og annað mangt



Ađalfundur

Felagið Handalag hevur aðalfund tann 9. mars kl. 20:00 á Vága Kunningarstovu






_________________

100 ára fřđingardagsgáva frá Tvřroyrar Býráđ

Fríggjadagin 26. februar 2010 handaði Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar Kommunu, eina gávu til Klaksvíkar Kommunu í sambandi við 100 ára føðingardag kommununnar



Leita Send teldupost samband