Birgir Þorgilsson, fyrrverandi ferðavinnustjóri í Íslandi, er deyður 84 ára gamal. Birgir Þorgilsson var við til at seta gongd á flúgvingina í Føroyum í sekstiárunum og var íðin forsprákari fyri at menna samstarvið og sambandið millum Føroyar og Ísland í nítiárunum. Hann varð føddur á Hvanneyri 10. júlí 1927. Birgir flutti við foreldrum sínum í Reykholt í 1931 og vaks upp har. Hann leyk prógv á Handilsskúlanum í Reykjavík og arbeiddi har í eitt ár, áðrenn hann fór til Ollerup í Danmark. Har tók hann prógv sum ítróttalærari í 1948. Birgir tók tó ongantíð upp starv sum ítróttalærari, tí hann fór í starv hjá Flugfelag Íslands í Danmark eftir uppihaldið í Ollerup. Hann røkti mong álitisstørv fyri Flugfelag Íslands. Eitt nú stjórnaði hann skrivstovuni hjá felagnum í Danmark, stovnaði seinni skrivstovuna hjá Flugfelag Íslands í Týsklandi, har hann var í trý ár, og stóð næstu seks árini fyri allari sølu og marknaðarføring í Norðurlondum við støð í Keypmannahavn. Í 1964 kom hann aftur til Íslands og tók við ábyrgdini av allari millumtjóðaferðslu hjá Flugfelag Íslands, sum tá hevði lagt saman við Loftleiðum. Birgir Þorgilsson var ofta í Føroyum og saman við føroyingum, tá íslendska felagið fór undir at flúgva upp á Føroyar í sekstiárunum. Í nýggjari tíð kenna føroyingar best Birgir Þorgilsson frá ferðavinnuni, tí frá 1981 var hann marknaðarstjóri í íslendska ferðaráðnum, í 1985 tók hann við stjórastarvinum, og frá 1993 var hann formaður í ferðaráðnum. Birgir var eisini í fleiri umførum formaður í Vestnorden Tourist Board og stigtakari til føroyska-íslendska ferðavinnusamstarvið FITUR í 1995. Hann menti á hendan hátt sambandið við Føroyar nógv og fekk góða undirtøku fyri síni stevnu bæði í Føroyum og Íslandi. Birgir Þorgilsson hevði eisini stóran áhuga fyri ítrótti og serliga hondbólti. Tríggjar ferðir var hann íslandsmeistari í hondbólti við Fram og var við á fyrsta íslenpdska hondbóltslandsliðnum. Hann var eisini hestamaður og spældi seinnu árini nógv golf. Birgir verður jarðaður í Reykjavík hósdagin 11. august. Vit, ið kendu hann, minnast Birgir Þorgilsson við virðing og takksemi og hava samkenslu við teimum, ið eftir sita. Føroyar hava mist ein hollan vin og Ísland ein sjáldsama dugnaligan slóðbrótara. Magni Arge Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|