Bøkur í desember

Bøkur >>

Bókadeildin:


Linne Bie: Dýrini hjá Rósu Linu
Aftur ein nýggj bók um tað fittu gentuna Rósu Linu
Rósa Lina er systir Lítla Lávus, sum nú ikki er so lítil longur. Rósu Linu dámar dýr, tað dámar jú flestu børnum. Rósa Lina eigur hønu, kanin, hundahvølp og fiskar, og uttanfyri eru fuglar, og teimum gevur Rósa Lina vatn.
10 bls. pappbók
Ein fitt og litrík bók til teir yngstu lesararnar.



Mimbo Jimbo
Ein stuttlig søga um ein bláan fíl, og alt hann kann finna uppá at gera
Mimbo Jimbo er fullur av hugskotum. Í hesari bókini fer hann at byggja ein bil, og eitt hevur annað við sær. Skjótt verður bilurin til eitt flogfar og so verður tað til eina eggjasteikimaskinu. Í handlinum hjá Fróða fæst alt, sum tær tørvar, og so er Fróði eisini góður í ráðum.
Hetta er myndabók eftir danska høvundan Jakob Martin Strid, sum nógv helst minnast frá bókini um Lítla frosk og fyrru Mimbo Jimbo bókina, sum varð útgivin í 2010.
40 bls. innbundin
Ein stuttlig bók til tey 3-5 ára gomlu.



Per Olov Enquist: Loyndarmálið í triðja hellinum
Nýggj barnabók frá Per Olov Enquist, sum er eins hugtakandi og fyrra bókin Abbin og úlvarnir
Í 2007 gav Bókadeildin út fyrstu barnabókina hjá Per Olov Enquist, Abbin og úlvarnir, og vit hava fingið nógvar afturmeldingar um, at børnum dámar hana sera væl. Hon er eisini so háttað, at foreldrum dámar væl at lesa hana upp fyri børnum, tí tey fáa eisini nógv burturúr.
Nú kemur so uppfylgjarin um Loyndarmálið í triðja hellinum. Alt byrjar við einum túri í báti saman við abbabørnunum, har tey varnast eitt tjald. Í tjaldinum finna tey hvítt pulvur og fyrru bókina Abban og úlvarnar á litaviskum – hetta er helst ein tilsiping til, at bókin varð týdd til 22 ymisk mál!
Og so fer ein spennandi detektivsøga í gongd, sum umframt at vera spennandi eisini er sera skemtligt. Eitt, sum eyðkennir tónan í søguni, er stóri kærleikin og virðingin, sum Per Olov Enquist hevur fyri børnum. Tað er ein fongur í einari bók, tá ið vaksin taka børn í álvara, og tað ger hesin abbin.
178 bls. innbundin
Sámal Soll týddi til føroyskt.
Til tey 6-11 ára gomlu. Ein góð, spennandi og stuttlig upplestrarbók til børn og vaksin at hugna sær saman við.



Gill Lewis: Ørnin
Kendi rithøvundurin Michael Morpurgo hevur sagt um bókina, at hon er so spennnadi, at hon næstan blaðar seg av sær sjálvari
Eitt djóraævintýr um eina fiskiørn og børnini, Callum og Iona. Søgan byrjar í Skotlandi á garðinum, har Callum býr.
Iona kemur aðra staðni frá at búgva hjá abbanum. Hon verður ikki væl fagnað av hinum børnunum, tí hon er ov øðrvísi. Men millum Callum og Ionu veksur fram eitt sterkt vinalag, og so hava tey ørnina til felags, hana, sum tey varnast ein dagin í einum reiðri tætt við garðin.
Hetta er ein hóttur fuglur, so tey verða noydd at tiga um hetta, men skjótt hava tey brúk fyri hjálp frá øðrum, og so kemur ferð á søguna ...
Ørnin, sum børnini kalla Iris, fer av stað og endar í Gambia, og har kemur Callum í samband við eina gentu, sum livir í heilt øðrum umstøðum enn hann. Callum er ein hjartagóður drongur, sum stríðist við stórari sorg, men samstundis, og kanska júst tí, er hann førur fyri at vísa bæði menniskjum og dýrum kærleika.
195 bls. heft
Malan Háberg týddi til føroyskt.
Ein viðkomandi bók til tey 7-13 ára gomlu. Bókin er eisini sera væl egnað sum upplestrarbók.


Jan Payne: Heimsins besta bók - einki minni
Ja, so var hon her: ársins jólagáva til stór og smá! Her kanst tú lesa um tað hættisligasta, skjótasta, kaldasta, turrasta, hægsta, hugnaligasta, vamlisligasta, ørasta og elsta í verðini
Við hesari bókini fært tú 254 bls. við stuttligum metum fyri bæði eitt og annað. Saman við metunum eru stuttligar tekningar á hvørji síðu. Visti tú til dømis, at um tú vildi átt besta pápan í verðini, so skuldu tú verið ein lummafroskur ella sjóhestur? Ella at elsta leika í heiminum er ein dukka, sum jarðfrøðingar gróvu út á oynni Pantelleria í Italia? Ella at eitt av snópisligastu mistøkunum á filmi var í filminum Titanic, har eitt av ferðafólkunum sæst við einum digitalum uri um armin. Snópisligt, tá hugsað verður um, at Titanic sakk í 1912!
Hetta og óteljandi onnur stuttlig met kunnu lesast í hesari bókini, sum nú er at fáa í bókhandlunum.
254 bls. heft
Sonne Smith týddi til føroyskt.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Petur Pólson tann 13/12/2011, 22:09

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum