Bøn og tryggleiki

Vagaskjattan >>

Hevði útlendskan gest á vitjan í embætisørindum. Vitjaðu eina kirkju, og sóknarpresturin kunnaði um kirkjuna, list og mentan. Hugtakandi at vitja eina kirkju ein yrkadag og síggja, at sjálvt húsið andar í andakt.

Fóru inn á eina matstovu at njóta ein góðan bita. Hugnalig fólk at vera saman við. Eitt livandi umhvørvi, ung og eldri.

Einastaðni innan í mær sjálvum kendist strongd. Rættari sagt, so var friðurin í sálini avmarkaður. Tað var so nógv at hugsa um. Onkuntíð renna mangir træðrir saman, so arbeiðið verður darvað av heimligum kringumstøðum. Men er nakað av størri týdningi enn vælveran, tað at okkara kæru og fólk sum heild hava tað gott.

Í samtaluni um borðið róku vit á hugans dýpi, og vit fingu fong við tað sama. Ein søga avloysti aðra. Ein góður setningur føddi ein annan. Uttan at varnast tosaðu vit um bønina, fría bøn og bønina faðirvár.

So nevndu teir ein rithøvund. Minnist ikki navnið, minnist innihaldið. Talan var um eina kvøldbøn.

Dagurin var liðin, og ein vælnøgdur maður fór til songar. Hann gjørdi støðuna upp og bað so barnsliga:

Góði Guð, takk fyri dagin, nú eg fari til hvíldar.
Um eg vakni í morgin, ert tú hjá mær.
Um eg ikki vakni í morgin, eri eg hjá tær.

Tað var stilt eina løtu, og eg kendi friðin hin æviga. Henda sæla og einfalda friðin, ið Jesus eigur at geva. Ikki so djúpt, og tó fult av lívi og hita.

Mong hava biðið somu bøn, hóast orðini ljóða ymiskt. At trúgva er nakað einfalt, sum til tíðir kann vera sera svárt. Tá tað leikar á í lívinum, sjúka, mótburður og vanlagna. Sjálvt um trúgvin er einføld, er tað ikki altíð so einfalt at trúgva. Tað eru løtur, har trúgvin kennist langt burturi.

Fór eina løtu inn í meg sjálvan og mintist myndina, ið hekk í barndómsheimi mínum. Sama mynd hongur í biskupsgarði og mongum heimi her á landi.

Myndin avmyndar tvey børn, ið fara um eina træbrúgv. Tað er høgt, og okkurt bretti manglar. Vandin er eyðsýndur. Børnini kunnu detta út av brúnni. Tey kunnu detta niður, har brettið er burturi.

Vandin er eyðsýndur, hóast, hóast hvat?

Aftanvert børnini gongur eingil Harrans. Vit eiga hvør sín verndareingil. Eingilin verjir og bjargar, er hjástaddur, táið illa veit við.

Bønin er sonn, og vit kenna hennara styrki. Vit hava fingið staðfest, at tá mest leikar á í lívinum, er hjálpin næst. Fingið staðfest nærleikan og hitan í trúnni á Jesus.

Góði Guð! Um eg vakni í morgin, ert tú hjá mær. Um eg ikki vakni í morgin, eri eg hjá tær.

Tað er júst hetta, sum fedranna kirkja hevur biðið í øldir. Bønin eftir prædiku, kirkjubønin, endar soleiðis : “Vit biðja teg, Guð og faðir okkara. ... Fylg okkum á øllum leiðum okkara, so alt hjá okkum verður halgað og signað av tær, og varðveit okkum øll alla tíð í lívsins samfelagi við teg, so at vit, annaðhvørt vit liva ella doyggja, mega hoyra tær til!”

Við borðið millum vinir rann hugur aftur hagar, ið alt byrjaði av stórum og góðum í mínum egna lívi. Sjóvar kirkja. Hagar var eg borin og leiddur sum barn. Har sat eg sum ungur, har virkaði eg sum hirði.

Í mínum barnaárum kendi eg friðin, henda einfalda friðin, tá deknurin, og tað var næstan altíð deknurin, endaði bønina við hesum orðunum : “og varðveit okkum øll alla tíð í lívsins samfelagi við teg, so at vit, annaðhvørt vit liva ella doyggja, mega hoyra tær til!”

Tað er trygt at liva, har Guð er við. Hann, ið er tað æviga lívið, Jesus Kristus. Var mangan glaður fyri lesturin, tá farið var at húsum. Orðini hjá dekninum vóru tey seinastu í míni egnu kvøldbøn.

Tað eru løtur, har tað at yvirliva krevur alt av okkum. Hjá summum er lívið torført og kennist meiningsleyst. Í mínum egna lívi hava verið ymiskir dagar, og summir vórðu mikið betri enn aðrir. Tað vóru eisini dagar, sum einans vóru. Tað var ein lætti, tá sólin boðaði frá, at nú var ein nýggjur dagur.

Vinir mínir hildu fram at tosa. Sjálvur sat eg stillur. Var so mettur av einum vælsmakkandi døgurða. Og sálin var mett og trygg, at vit kunnu leggja alt og øll í Harrans hendur.

Hoyrdi orðini, sum mær mest av øllum tørvaði júst um hetta mundið.

Um eg vakni í morgin, ert tú hjá mær.
Um eg ikki vakni í morgin, eri eg hjá tær.

Í Jesu navni. Amen.

Orðið : “Harrans eingil kring teir stendur, ið hann óttast, og hann teimum bjargar.” (Sálmur 34,8)

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Ólavur í Beiti tann 30/10/2011, 12:05

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum