Borgarafundur í Eysturkommunu

Onnur tíðindi >>

Spurningurin um kommunusamanleggingar er fløkjasligur og eru borgararnir í Eysturkommunu ymiskir á máli um, hvør ella um nøkur samanlegging er tann rætta.  Hetta kemur m.a. fram í stórari trivnaðarkanning í Eysturkommunu. Hetta og nógv annað sleppa borgararnir at hoyra um mánakvøldið 6. februar.

Lóður gjørdi vegna Eysturkommuna eina stóra Trivnaðarkanning millum borgaranar í kommununi í novembur 2011. Tað hevur stóran týdning fyri tey, ið mynda kommuna, at borgararnir eisini sleppa at síggja og hoyra um úrslitni. Í tí sambandi verður skipað á borgarafundi mánakvøldið tann 6 feb. 2012 kl. 19:00 í bygdarhúsinum í Leirvík.

Umboð fyri Lóður leggja úrslitini fram, og borgarstjórin kemur eisini at hava eina framløgu. Jón Eliasen úr Leirvík og Elinborg Pálsdóttir úr Gøtu, koma at undirhalda við tónleiki.

Stóran týdning
Fyri okkum, ið dagliga mynda Eysturkommunu, hevur tað stóran týdning at vita hvørja áskoðanir og støðu borgarnir í kommununi hava til alskyns viðurskiftir. Tí avgjørdu vit at gera eina kanning, fyri at greina nærri, hvør fatanin hjá borgarunum í kommununi er til tær tænastur kommunan veitir, og ikki minst til spurningin um kommunusamanleggingar.

- Kanningin vísir okkum, at borgarin er sera væl nøgdur við tær grundleggjandi tænasturnar kommunan veitir. Tó eru fleiri viðurskfitir, sum borgarin metir kommunan skal gera betri, og tað verðu m.a. tey viðurskiftini, ið eisini verður kunnað um á borgarafundinum, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.

Talan er um eina kanning, ið gevur nakrar ábendingar og lýsir ymiskar samanhangir. Kanningin skal brúkast sum grundarlag fyri arbeiðinum í sambandi við tær nógvu avbjóðingar, ið liggja fyri framman.

- Síðani Eysturkommuna var stovnsett, hava vit merkt, at fjarðstøðan millum kommunu og borgara er økt, ímun til tað hon var áðrenn. Hetta vil kommunan fegin broyta uppá, og eru tílíkar kanningar við boragarafundum eitt gott høvi til tað, sigur Jóhan Christiansen.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 03/02/2012, 14:07

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum