Dátueftirlitið og Býarbókasavnið skipa fyri teknikapping

Skúli >>

Dátueftirlitið: Í sambandi við Tryggari Internetdagin, sum verður hildin á Býarbókasavninum í Havn 7. februar 2012, skipa Dátueftirlitið og Býarbókasavnið fyri teknikapping, har øll børn í forskúlaaldri kunnu luttaka við at tekna eina tekning.

Kappingin er fyri børn í forskúlaaldri, t.v.s. at tey eru 6 ára gomul, og skulu byrja í fyrsta flokki komandi skúlaár. Les meira um treytirnar her

Evnið í teknikappingini er “ein góð internethending/uppliving”. Børnini skulu sostatt royna at tekna okkurt gott við internetinum. Tey kunnu t.d. royna at tekna eitthvørt stuttligt, sum tey sjálvi hava upplivað á internetinum, ella sum tey halda er gott ella stuttligt við internetinum. Hetta gevur høvi at tosa við børnini um internetið, meðan teknað verður.

Tekningin skal teknast á eina skabelón, sum ímyndar ein telduskerm. Tað er upp til hvønn einstakan, um man heldur seg innanfyri skabelónina, ella um man eisini teknar uttanfyri. Heinta skabelónina sum pdf skjal her

Hvørt barn hevur loyvi til at senda eina tekning inn til kappingina, og tekningin kann avleverast í ein kassa á Býarbókasavninum í seinasta lagi 4. februar 2012. Um ikki ber til at koma á Býarbókasavnið við tekningini, er eisini møguleiki at senda hana við postinum.

Børnini, sum hava teknað tær tríggjar bestu tekningarnar vinna ein Nintendo DS í part. Besta tekningin verður haraftrat útgivin sum Go Card.

Ein dómsnevnd verður sett at meta um tekningarnar og at velja tær tríggjar bestu tekningarnar. Allar tekningarnar verða sýndar fram á Býarbókasavninum á Tryggari internetdegnum tann 7. februar 2012 og restina av vikuni.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 10/01/2012, 12:35

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum