Í 2009 tók Edward Fuglø stig til at byggja sær eitt atelier. Hann hevði tá í fleiri ár arbeitt við málningalist og fleiri av málningum hansara vóru ógvuliga stórir. Fleiri av hesum verkum síggjast í dag á ymsum stovnum kring landið. Arbeiðsumstøðurnar tá vóru alt annað enn nøktandi við tað at listamaðurin arbeiddi í tveimum rúmum í sínum egna kjallara, og neyðugt varð eisini av og á at leiga høli til gerð av onkrum av teimum størstu verkunum. Við nýggja atelierinum fekk Edward tað nógv rúmligari, og arbeiðsumstøðurnar eru nú, fyri hann, optimalar. Atelierið er innrætta sum eitt málaraverkstaður við øllum tí sum hartil hoyrir, nógv veggjapláss, góð ljósviðurskifti o.s.fr. og eru tað, hesi tvey árini, longu framleidd fleiri verk her. Tá Edward skuldi byggja atelierið, visti hann beinanvegin at bygningurin ikki skuldi verða ein fýrkantaður kassi. Hann teknaði sjálvur ein bygning, sum hann vildi hava skuldi útstrála nakað kreativt. Harafturat skuldi hann hóska til eldru húsini sum Edward eigur og býr í. Atelierið endaði við einum skulpturellum formi, ið hevur íblástur úr tí frumnorðurlendska. M.a. eru stiliseraði drekahøvd á bygninginum og nógv er gjørt burturúr at klædningurin er dekorativur. Edward Fuglø brúkar atelierið sum arbeiðspláss, og tað hevur ikki eina funktión sum gallarí, og hevur tí ikki almennt opið sum so. Tó ganga nógv fólk, serliga útlendingar á hurðina, sum vilja síggja hvussu listamaðurin arbeiðir. Og fólk fáa eitt prát um bygningin og myndirnar. Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|