Ein tøkk frá Miðvágs Bóltfelag til Joen Paula Frederiksen

Minningarorð >>

Ótroyttiligur vart tú, hóast sjúkan neiv og píndi teg. Tú stríddist fyri tí tú trúði uppá, sjálvt um tú kanska burdi havt latið verða, nú tú vart vorðin sjúkur.

Títt hjarta lá hjá okkum í MB, og tú stríddist av øllum alvi at fáa okkum so góð kor, sum yvirhøvur gjørligt, so vit í felagnum  kundu geva okkara børnum og ungdómið tað allarbesta.

Børnini og ungdómurin lógu tínum hjarta nær, og at skapa umstøður fyri børn og ung í bygdini, var títt hjartamál. Tí tú visti, at størsta fyribyrgjandi arbeiði yvirhøvur liggur í tí sjálvbodna arbeiðinum, ið verður gjørt runt í teimum lokalu ítrottarfeløgunum.

Miðvingur vart tú við húð og hár, og tú hevði ein dreym saman við okkum í MB, at nú tann gamli vøllurin skuldi skiftast út, at tað ikki bleiv hugsa stuttsikta, men at tann ætlanin, ið MB saman við Miðvágs Kommunu høvdu arbeitt við í fleiri ár, bleiv veruleiki. At hendan ætlanin ikki bleiv til veruleika tá til stykkis kom, vart tú sera harmur um. Men hóast hettar segdi tú við okkum, at vit ongantíð máttu missa móti, men at vit máttu stríðast víðari við arbeiðinum í felagnum MB.

Nú var eg so heppin, at sleppa at arbeiða saman við tær eitt valskeið í bygdarráðnum í Miðvági, og har lærdi man nógv av tær, av tínum nærlagni, og av tínum arbeiðshátti. Ongantíð man ivaðist í tinum meiningum, altíð fyrireikaður til øll mál, alt var notera, hvørt mál lá fyri seg, øll arbeiðsgongdin í hvørjum einstøkum máli var dokumentera hjá tær. Ja tú vart nakað serligt.

Tað man tykjast tungt hjá tykkum nærmastu ið eftir sitað, at nú bæði Jónrith og Joen Pauli eru farin, og má Harrin styrkja tykkum í sorgini og longslinum eftir teimum.

Miðvágs Bóltfelag hevur mist ein av sínum stóru synum, og verður Joen Pauli nógv saknaður, og fara vit at minnast hann, sum tann stríðsman hann var fyri Miðvags bygd og Miðvágs Bóltfelag.

Friður verður yvir minnunum um Joen Paula Frederiksen.

Miðvágs Bóltfelag
Dánial A Hansen
Formaður


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 05/11/2011, 11:55

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum