Pápi mín plagdi at fortelja um ein gamlan, ið hevði íðkað tann fólkaítróttin tað tá var, at hyggja at ”skattalistanum”. Men gamli kom spinnandi fornermaður heim aftur av kommunukontórinum, og tordi næstan ikki út aftur av berari skomm, tí hann hevði fingið minni í skatt enn árið fyri, og tað sum var enn verri, hann hevði fingið minni í skatt enn grannin. Tað helt hann vera ein stór skomm! Eg veit ikki um tað er nakar til av tí slagnum í dag, sum ikki vil gjalda minni skatt enn hini, fyri soleiðis at røkja sína samfelagsskyldu. Kanska hevur tað altíð verið langt millum sovorðnar persónar? Men, ein veruleiki er tað, at tey ríku og vælbjargaðu hava aldrin haft ráð til at gjalda skatt. Ein stóran part av søguni hevur tað verið leikluturin hjá teimum lægru stættunum at gjalda fyri samfelagið, meðan tey hábornu, við lóg, sluppu undan at gjalda skatt. Og tey ríku tykjast framvegis ikki at hava ráð til at gjalda skatt! Vit hava fingið eitt politiskt mantra, eitt niðurlag í tíðini sum sigur, at tað skal loysa seg at forvinna pening, og at ov høgur skatur tekur arbeiðshugin frá fólki. Minka um skattin, so fara fólk beinanvegin at bróta upp um armar! Kendir økonomar vísa á, at hettar er ikki ein búskaparligur/vísundaligur veruleiki, men einans ein politiskur pástandur, sum kanska onki hald er í? Vit sum eru fastlønt, og ein rættuliga stórur partur av løntakara fjøldini, fara neyvan at renna nógv skjótari, um vit fáa nøkur oyru í skattalætta. Eg veit ikki hvør tann gamli var, sum pápi mín tosaði um (eg vei ikki hvussu gamal hin gamli veruliga var, tí fólk, sum eg helt vóru gomul tá eg var ungur, vóru ío veruleikan um yngri enn eg eri í dag!) Men, eg hevði einaferð ein granna, sum onki hevði ímóti at gjalda skatt í Danmark, og hann var amerikumaður! Hann skilti onki av at vit gramdu okkum um skatt! Tí, sum hann segði, í USA hevði eg goldið nógv minni í skatt. Men, um eg í USA skuldi fingið allar teir ágóðar, sum eg, konan og míni børn fá av tí eg gjaldi í skatt her í Danmark, so hevði eg verið munandi verri fyri í USA, hóast eg hevði goldið nógv minni í skatt har. 2 Tey høvdu tvey børn í vøggustovu og barnagarði, sum kostaðu teimum kr. 2000,00 um mánaðin í Danmark (hettar var í 1996). Í USA skuldu tey goldið kr. 6 til 8000,00 per barn, um ansingin skuldi verið á sama støði sum í Danmark, altso kr. 16.000,00 um mánaðin. Bíligari ansingarmøguleikar funnust, men ikki nærhendis á sama støði, sum tað vit taka sum eina sjálvfylgju her. Um hann skuldi goldið fyri sosial og heilsutrygd á sama støði sum vit taka sum eina sjálvfylgju her í Norðurlondum, so skuldu hann kanska goldið millum kr. 4000,00 og kr. 7.000,00 um mánaðin, fyri seg, konu og trý børn. Bíligari møguleikar funnust, men als ikki fyri tænastur á sama støði, sum tað vit taka fyri givið. Um hann vildi børnum um væl, so skuldi hann frá tí tey vóru fødd, spart upp til ein góðan skúla, framhaldsskúla og møguliga hægri útbúgving. Ókeypis framhalds skúlagongd og hægri lesnaður saman við SU, vóru luksus, rein luksus í hansara hugaheimi. Eg veit fullvæl at onkur av hesum tølunum eru øðrvísi í dag, og at tað er munur á hvørjum stati í USA ein kemur úr. Men, tað er kortini rætt, sum gentan segði á sinni: Skeri eg teg her, so missi eg teg har! Onki er ókeypis, og onkur skal gjalda. Venda vit samhaldsfestinum, solidaritetinum ryggin, so noyðist hin einstaki sjálvur at gjalda, og tað er ikki vist at tað verður so nógv bíligari fyri hin einstaka. Solidaritetur og individualisma eru politiskur spurningar ( í Føroyum ber ikki til at tosa um solidaritet versus liberalismu, tí liberalisma, sum so, finst ikki í føroyska hugaheiminum). Solidaritetur ber við sær, at tá tað gongst illa, so hava vit eina trygdarnót undir okkum. Individualisman, sum t.d. í USA, ber mangan við sær, at tá tað gongur illa, so hava vit ikki ráð til at gjalda fyri trygdina, og enda tí í díkinum. Sum so hevur hvørgin parturin rætt - men fylgjurnar av einum vali millum solidaritet og individualismu eru ikki ókeypis! 3 Amerikanski grannin hjá mær - hvar hann so er í dag – visti hvat tað merkir, at bera allar byrðarnar á egnum herðum, og tí hevði hann onki ímóti at gjalda skatt í Danmark. Kanska høvdu teir yngru politikarnar, og við teimum yngra ættarliðið, sum øll eru ald upp í solidariska samfelagnum, hugsað øðrvísi, um tey veruliga høvdu roynt hvat tað merkir at vera ”every man for himself”! Skerið eg teg her, so missi eg teg har, segði gentan! Soleiðis er tað! Bergur Jacobsen Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|