Enska handilsvindeygað: seinasti dagur

Útlendis >>

Djibril Cissé hevur áður leikt í Onglandi, fyrst við Liverpool og síðani Sunderland, áðrenn leiðin fór til Grikkalands. Í summar skifti hann felag, tá hann fór til Italia at leika við Lazio, men nú er hann so vendur aftur til Onglands og verður hann væntandi við, tá QPR mikukvøldið leikar móti Aston Villa.

Chelsea keypti verjuleikaran, Gary Cahill, fyrr í mánaðanum, men hava teir eisini keypt belgiska Kevin De Bruyne. Vit tíma simpelthen ikki at skriva um Carlos Tevez fyrr enn á midnátt, tí at søgan um hann er eftirhondini so útvatnað at best er onki at siga, fyrr enn alt er stongt.

Aðrir handlar í Premier League:

Bobby Zamora - úr Fulham til QPR (hesin handil er tó ikki kunngjørdur enn, men verður tað væntandi seinni í kvøld)

Liam Ridgewell - úr Birmingham til West Bromwich

Vedran Corluka - úr Tottenham til Bayer Leverkusen (leigusáttmáli)

Ryo Miyachi - úr Arsenal til Bolton (leigusáttmáli)

Wayne Bridge - úr Manchester City till Sunderland (leigusáttmáli)

Kevin De Bruyne - úr Racing Genk til Chelsea

Gary Cahill - úr Bolton til Chelsea (varð kunngjørdur fyri góðari viku síðani)

Ravel Morrison - úr Manchester United til West Ham (er ikki kunngjørdur enn, men verður væntandi staðfestur hvørja løtu)

Mame Biram Diouf - úr Manchester United til Hannover 96


Fleiri handlar verða kunngjørdir sum dagurin líður og vit fylgja við, og royna at taka saman um teir handlar, ið eru gjørdir í Premier League

 


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Petur Pólson tann 31/01/2012, 17:32

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum