Nú havi eg ongantíð verið nakar smásárur maður, so viðvíkjandi mínum persóni ger tað ikki so nógv, men ein viðmerking frá formanninum í Lærarafelagnum undirbyggir bert enn meira mín mistanka um, at happing í skúlunum, er ikki nakað sum næmingarnir hava innført í skúlan. Fleiri skúlar hava gjørt eitt stórt arbeiði at royna at steðga happingini, og verður einamest fokus sett á næmingin, sum sjálvandi eisini er ein partur av happingini, at næmingar happa hvønn annan. Bæði úti í heimi, og eisini her heima, hava greinar verið skrivaðar um happing, og har hevur Føroya Lærarafelag sjálvandi, undir fyrrverandi formanninum, Magnusi Tavsen, staðið í front og víst á bæði eitt og annað í tí sambandinum. Ein formaður eigur altíð at standa í front og vera ein leiðari, og ein formaður eigur eisini at tola at fáa eina viðmerking. Hetta er ein av lutunum hjá einum leiðara at hann meira og minni gerst ein almennur persónur. Tí skal ein formaður eisini duga at vanda sær um síni orð og eisini atburð, so hann av sonnum stendur fram sum ein leiðari, og ikki sum eitt spott. Men tað eru ikki allir formenn sum eru eins, og heldur ikki eins virðiligir formenn sum Magnus Tavsen var tað. Sum hetta dømi omanfyri er tekin um. Er hetta umboðandi fyri alla lærarafjøldina í Føroyum? kundu vit spurt. Taka føroyskir lærarar undir við, at teirra formaður soleiðis úti á Facebook undir sínum profili, happar fólk? Viðvíkjandi sjálvum lesarabrævinum, sum ein nevndur COM hevur skrivað her á Vágaportalinum, so skal sigast, at viðkomandi ikki sleppur at seta síni lesarabrøv út á Vágaportalin uttanso at Vágaportalurin veit, hvør viðkomandi er. Og tað ger Vágaportalurin sjálvsagt. Kjakið um hvørt vit skulu hava dulnevnd lesarabrøv ella ikki, er eitt áhugavert kjak, men higartil hevur Vágaportalurin ikki sæð nakra brúkiliga grundgeving fyri ikki at loyva dulnevndum lesarabrøvum. Vit leggja meira dent á tekstin sjálvan enn, hvør skrivað hevur, tvs. innihald kemur framum forvitni. Hartil skal so eisini sigast, at Com er ikki eitt vágafólk, um tað fær hjálpt teimum, sum illteinkja ávís vágafólk at føða og gøða Vágaportalin við bæði einum og øðrum. Vágaportalurin røkkur nógv longur enn so, at hann bara er fyri vágafólk. Vágaportalurin er ein miðil sum verður brúktur av flest øllum føroyingum, eisini føroyingum sum sigla og búgva úti í heimi. Og Vágaportalurin roynur eisini at geva teimum rúmd, sum av ávísum orsøkum, ikki fáa sett sítt navn undir, men kortini hava eini sjónarmið. Í roynd og veru eru dulnevnd lesarabrøv ikki øðrvísi enn dulnevndar keldur! ólavur Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|