Tað sum vit fáa sagt í málinum um Pidda er fylgjandi, at framvegis verður leitað eftir honum, eftir at hann er seinast sæddur ein leygardag fyri tveimum vikum síðani. • Í hesi vikuni var ein útlendingur, ein serbi, handtikin undir illgruna fyri at hava beint fyri Pidda, og situr serbin í varðhaldi í 14 dagar, meðan donsk og føroysk løgverja kannar málið. • Í dag hevur so Kriminaldeildin staðfest, at hon arbeiðir út frá tí ástøði, at ein Skoda Fabia er brúktur í sambandi við at Piddi hvarv. Hetta er ikki bilurin hjá tí varðhaldsfongslaða, sambært hansara Facebook profili. • Løgverja og bjargingarfólk leita fleiri staðni inni í Eysturoynni, á bæði sjónskum og fjarskotnum støðum, tí tey hava helst ein illgruna um, at bilurin er brúktur í sambandi við, at okkurt skal fyribeinast. • Kanska í dag, hevur Kriminaldeildin fingið svar uppá onkrar tekniskar royndir, sum tiknar eru í sambandi við Pidda-málið. • Kriminaldeildin hevur ikki váttað ella avsannað, um aðrir persónar eisini eru undir illgruna í sambandi við málið. Kriminaldeildin hevði onga viðmerking til, tá ið Útvarpið spurdi, um t.d. fyrrverandi konan hjá Pidda, er tengd at málinum. Fyrrverandi konan og tann varðhaldsfongslaði ganga saman, hava fleiri miðlar váttað. • Í gjár boðaði Runavíkar kommuna frá í Sjónvarpinum, at hon var komin til hjálpar í sambandi við børnini hjá tí saknaða pápanum, bæði teimum sum ganga í barnagarði og í skúla. • Kriminaldeildin hevur einki tíðindaskriv sent út til pressuna. Kriminaldeildin hevur ongan tíðindafund havt í sambandi við Pidda-málið. Kriminaldeildin hevur heldur ongar ætlanir um at hava nakran tíðindafund. (Les viðmerking her) • Pressan má sjálv gera sínar rannsóknir, og ikki alt sum kemur út at byrja við, er borðbart, tá ið tað byggir á leysasøgur og túnatos og sleyg. M.a. skrivar Dimmalætting í yvirskrift, at Piddi er funnin. (Les grein her) • Eisini fútin er tigandi. (Les viðmerking her) Hetta er ein skjótur tvørskurður gjøgnum gongdina í málinum, og kundi nógv annað verið tikið við eisini, men tað er so ikki gjørt. Spurningurin er nú, um Føroyar eru fyrireikaðar til hendingar av hesum slagi, bæði tá ið hugsað verður um mannagongdir hjá hesum ymisku myndugleikunum, men so sanniliga er spurningurin eisini, um Føroyar eru fyrireikaðar, tá ið hugsað verður um at útlendingar koma hendavegin og seta búgv. Er føroyska samfelagið til reiðar at taka móti fólkum uttan mun til hvørji mentan hesi koma úr? Er integratiónin fastløgd? Verða nóg neyvar kanningar gjørdar av teimum fólkum sum koma hendavegin bæði at arbeiða og at seta búgv? Fáa slíkar hendingar sum hesar, tóat einki er prógvað enn, avleiðingar fyri útlendingar í Føroyum? Eru føroyskir myndugleikar førir fyri at umsita útlendingamál? o.s.fr. o.s.fr. Vágaportalurin ringdi til nýggja innlendismálaráðharran, Kára P. Højgaard, júst við slíkum spurningum sum hesum, men innlendismálaráðharrin sigur, at í løtini hevur hann onga viðmerking til málið, tí hetta er eitt mál hjá løgregluni. Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|