|
_________________ Ongi |
ES og Noreg fundast um makrelin |
Munnligur fyrispurningur til tingfundin miðvikudagin 10. februar 2010:
Fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum:
Hevur nakað samband verið ímillum strandarlondini Føroyar, ES og Noreg, um makrelfiskiveiðina í 2010, tvs. síðani samráðingarnar slitnaðu í Edinburgh hin 27. november 2009?
Er nakað avgerðandi hent í málinum millum londini hesum viðvíkjandi, ella er nakað avgerðandi hent viðvíkjandi makrelveiðini í ár, ímillum partar av londunum, sum vóru við í gomlu strandarlandaavtaluni um makrelin? Og hvørjar negativar avleiðingar kann hetta tá fáa fyri Føroyar? Ella positivar?
Hvør er nú ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum viðvíkjandi makrelveiði hjá føroyskum skipum í 2010?
Hvør er framtíðarstrategiin hjá landsstýrismanninum viðvíkjandi makrelveiði føroyinga, er tað at áseta okkum sjálvum eina kvotu ella verður framvegis roynt eftir einum samstarvi saman við ES og Noregi og eventuelt Íslandi?
Nær kann roknast við, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tekur eina støðu í málinum viðvíkjandi føroyskari makrelveiði í 2010?
Viðmerkingar:
Lítið hevur verið at frætt alment frá málinum viðvíkjandi føroyskari makrelveiði, síðani samráðingarnar millum strandarlondini slitnaðu í november mánaða í fjør. Ongi tíðindi eru um hesi viðurskifti á heimasíðu Fiskimálaráðsins, tí má roknast við, at stígur framvegis er í málinum.
Hinvegin, so frættist tíðum á gøtuni, at hini bæði strandarlondini, ES og Noregi, hava fundast um málið, og tað gongur sum rótasúpan, at tey hava funnið saman um eina semju fiskiveiðini viðvíkjandi í 2010, og at Føroyar ikki eru partar av hesi avtalu. Spurningurin verður settur fyri at fáa at vita hvussu hesin týdningarmikli fiskiskapur fyri føroyingar verður skipaður í 2010 og frameftir.
tórbjørn jacobsen
Stjóri til nýggjan vitanarstovn
Hevur tú hugsjónir um skúlamenning og nýhugsan og ynskir at slóða fyri fakligari og námsfrøðiligari menning innan undirvísingarverkið, er hetta eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum
Ađalstjóri til Uttanríkisráđiđ
Aðalstjórin verður ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum og fer at hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Uttanríkisráðnum
Knívar, gafflar, talerkar, djúpir sum fláir, og stólar og startlínur
Aðalfundurin hjá 07 Vestur verður hósdagin 25. mars 2010 kl.19.00 í skúlanum á Giljanesi
Landsfundur Sambandsfloksins 2010 verður á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn leygardagin 20. mars
1 avloysarastarv sum sjúkrarøktarfrøðingur er leyst at søkja frá 1. apr. 2010 til 1. sep. 2010

Aðalfundur felagsins verður tann 25. mars kl. 19:00 í Beitishúsinum í Miðvági

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Vípuna eftir trimum pedagogum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna at byrja 1. apríl 2010 ella eftir nærri avtalu
Vćlverukvřld á 62şN airport hotel
Fótabað, feittprosent, klæðir, skógvar, góður matur og mótashow og annað mangt
Felagið Handalag hevur aðalfund tann 9. mars kl. 20:00 á Vága Kunningarstovu
100 ára fřđingardagsgáva frá Tvřroyrar Býráđ
Fríggjadagin 26. februar 2010 handaði Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar Kommunu, eina gávu til Klaksvíkar Kommunu í sambandi við 100 ára føðingardag kommununnar