Etta James deyð 73 ár

Tónleikur >>

Amerikanska sangarinnan Etta James doyði í dag 73 ára gomul. Hon var serliga kend tí hon megnaði at syngja á ymsan hátt, og aldri vildi verða sett í bás. Hon sang eins væl blues, rhythm & blues, rock’n’ roll, soul, gospel og jazz.

Etta James kom fram miðskeiðis í fimmtiárunum og gjørdist kendi við sangum sum ‘Dance With Me, Henry’, ‘At Last’, ‘Tell Mama’ og helst er kendasti sangurin hennara hin inniligi ‘I'd Rather Go Blind’, sum hon skrivaði og hvíti bretski bluesbólkurin Fleetwood Mac gjørdi kendan í Evropa.

Sangir hjá Ettu James hoyrast javnan í kappingum sum X Factor, har dugnaligir sangarar við góðum stevi royna at gera henni listin eftir við at syngja tvørtur um øll mørk, tað verið seg rhythm & blues ella rock’n’ roll.

Úr stóru skrá hennara er ‘At last’ serliga kendur sum brúdleypssangur í Amerika.

Etta James vann seks Grammy virðislønir og seytjan Blues Music Awards. Hon varð limað inn í Rock and Roll Hall of Fame í 1993, í Blues Hall of Fame í 2001 og Grammy Hall of Fame í 1999 og aftur í 2008.

Heimsins kendasta tónleikablað, Rolling Stone, hevur í einum lista av hundrað teim bestu sangarum nakrantíð, sett Ettu James á eitt 22nda pláss.

Lupe de Leon, umboðsfólk hennara, sigur í tíðindaskrivi í dag at deyðsorsøkin var blóðkrabbi, sum hon hevur stríðst við síðani fyrrárið.

Alt húskið var savnað tá Etta James doyði í Riverside í California í dag.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 21/01/2012, 02:16

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum