Kuldi og gott vetrarveður. Nógv fólk á gongugøtuni, og mikil fagnaður á Ráðhúsplássinum. Keypmannahavn var skrýddur við vøkrum myndum av Margretu, ið hevur verið Drotning dana í fjøruti ár. Fólk eru ymisk á máli, tá talan er um bygnað, samfelag og kongsveldi. Flest øll eru tó samd um, at Drotningin er ein dugnalig og vitug kvinna. Hon er eitt gott umboð fyri danska kongaríkið. Áhugavert var at sita í konsertsalinum hjá Danmarks Radio leygardagin 14. januar 2012 og síggja myndir frá danska samfelagnum tey seinastu fjøruti árini. Tey fýra ártíggjuni vórðu umboðað í søgu og tónlist. Á skíggjanum var ein samtala við Drotningina, har hon í brotum greiddi frá sínum lívi. Hon er listakvinna og hevur gjørt fleiri kirkjulig klæðir, messuaklar og biskupskápur. Í eini samrøðu segði hon nakað soleiðis um síni listaligu avrik : “Listaverkið skal tæna sínum endamáli. Tað skal sampakka við rúmið og heildina. Listafólk skulu í mun til listarverkið og endamálið vera ósjónlig.” Drotningin var eyðmjúk og lítillátin. Hon metti ikki, at hon var dugnalig at tekna, sjálvt um hon kundi geva øðrum íblástur. Kønar hendur teknaðu hennara myndir umaftur, tá talan var um bókaútgávu. Útsøgnin minti um eina prædiku. Drotningin dylur ikki sína trúgv á Kristus og tann persónliga týdningin, sum kirkjan og gudstænastan hevur í hennara lívi. Uppgávan sum regentur er so krevjandi, at uttan trúnna vildi hon ikki sett sær føri at stjórna. Drotningin var eyðmjúk yvir fyri uppgávuni. Orðini talaðu til okkum, ið lýddu á. Eru vit, ið prædika, eyðmjúk í tænastu Meitarans? Kunnu vit endurtaka orðini hjá Jóhannesi doypara, tá hann vísti til Jesus og segði : “Hann eigur at vaksa, men eg at minka.” (Jóhannes 3,30) Sunnudagin var hátíðargudstænasta í Slotskirkjuni á Cristiansborg. Meðan vit bíðaðu eftir gudstænastutíðini, sótu vit framman fyri sjónvarpinum. Á skíggjanum var ein frásøgn úr Amerika, ið lýsti eitt átak, har fólk tóku lógvatak saman til tess at hjálpa eini fátækari familju. Millum mong onnur, ið sjálvboðin hjálptu tí fátæka húskinum, var ein mamma, ið var álvarsliga sjúk av krabba. Hon átti ein son um skúlaaldur, og móðir og sonur fóru saman við øðrum til verka. Arbeiðið varð skipað og leitt av serkønum. Eitt fjølmiðlafólk spurdi, hvussu tað bar til, at hon var virkin í hesum átaki saman við soninum, nú hon sjálv var vorðin álvarsliga sjúk. Hin sjúka mamman svaraði : “Eg ætli mær at liva við sjúkuni, ikki doyggja av henni.” Tann sjúka mamman hugsaði jaliga og nýtti møguleikan, ið var. Ikki fyri at hevda seg sjálva. Hon hevði eitt dupult endamál. Afturat tí at hjálpa vildi hon læra sonin at vera nærverandi í tilveruni og geva øðrum gætur. “Eg vil læra sonin týdningin av at geva. Geva teimum treingjandi og teimum, ið fjala trupuleikan handan smílið. Tað er so umráðandi, at sonurin lærir samkenslu og felags ábyrgd.” Stórir dagar í høvuðsstaði dana. Eftir gudstænastuna varð farið ein túr eftir gongugøtuni. Ein heimleysur maður sat ballaður inn í eitt teppi, nú kvøldið kom, og kuldin var bítandi. Tvey livandi ljós brendu við legu hansara á gøtuni. Ein lítil skál stóð ímillum tey bæði ljósini, so tey, ið gingu framvið, kundu geva ein dála. Sá ein lítlan drong leggja nøkur oyru ella nakrar krónur í skálina. Hin heimleysi nikkaði takksamur og smíltist. Mær rann í huga útsøgnina “trupulleikin handan smílið.” Komin aftur á Hotel Hebron, stóð myndin av tí heimleysa sjónsk í huga mínum. Tey bæði ljósini, - vóru tað altarljós í alheimsins kirkju? Vóru ljósini altarljós? Var skálin við nøkrum dálum tænastan, ið eg átti at røkja? Eitt hendingaríkt vikuskifti. Tignarligar løtur í einum kongaligum umhvørvi. Ein sjúk mamma í Amerika, ið lærdi sonin kynstrið at gleða onnur. Ein smádrongur, ið lætti um neyðina á gongugøtuni í Keypmannahavn. Vit vóru vitni til tey ymisku sosialu løgini í samfelagnum. Kristnin eigur at steðga á, har altarljós brenna. Vit eiga at síggja smílið og samstundis varnast, um ein trupulleiki fjalir seg handan smílið. Drotningin minnir sum listakvinna á, at eyðmjúkt sinnalag er vegurin frameftir og gagnlig atferð. Tess vegna er hon við atliti at verki og avriki okkum ein fyrimynd. Ikki minst staðfestingin, at uttan gudstrúnna er uppgávan ómøgulig, bæði hennara, mín og alra. Eg má hava Jesus við mær og vera í nærveru hansara. Amen. Orðið : “Hvør maður veri fyriskipaðum yvirvøldum lýðin; tí at ikki er nøkur yvirvøld til uttan frá Guði; men tær, sum til eru, eru skipaðar av Guði. ... Gjaldið øllum tað, sum tit skylda teimum; ... tí virðing, sum skal hava virðing.” (Rómverjabrævið 13,1.7) Jógvan Fríðriksson, biskupur
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|