Tað var einaferð tann tíð, tá ið aðrir politikarar ikki sluppu framat tí stóra portalinum hjá Javnaðinum, sum málgagni hjá Javnaðinum, Sosialurin, rekur fyri Føroya Tele. Og slapst tú ikki framat hesum stóra miðli, ja, so vart tú lost og verjuleysur, tí hetta virkaði eisini so, at hesin kraftarmikli miðil fekk knúst ein sambandsmann, tjóðveldismann, sjálvstýrismann, fólkafloksmann og miðflokkamann niður í sand og øsku til eina og hvørja tíð. Men tann tíðin er farin. Nú sleppa allir politikarar framat øðrum stórum miðlum og hava einki at óttast, at teirra meiningar og vísu orð ikki verða hoyrd og lisin av øllum føroyingum bæði úti og heima. Og tað á nátt sum á degi! Men tað sum síðan er hent, er, at nú verða allir aðrir miðlar lagdir undir at vera líka rotnir og skitnir og andstyggiligir móti Javnaðinum, sum Javnaðarmálgagnini hava verið í mong ár móti øllum øðrum enn javnaðarlimum. Ella sum orðatakið so væl sigur tað: tjóvurin trýr, at øll stjala. Men tað gera vit ikki! Um vikuskiftið hevur Vágaportalurin havt nakrar stuttar stubbar um fólk sum hava verið glað fyri flatskattin og skattalættan, og hetta hevur javnaðartinglimurin Eyðgunn Samuelsen í Klaksvík fingið flatskriða av. Greinarnar eru ikki meira enn lagdar út á Vágaportalin, so eru skuldsetingarnar buldraðar omanyvir Vágaportalin við ófantaligum illgitingum av øllum handa slagi. Móðir Eyðgunn, sum hevur eitt so stórt sosialt hjarta og hjartalag, er ill og súr og fortørnað, tí at hon og maðurin hava fingið kanska einar 6000 krónur í skattalætta um mánaðin, meðan ein arbeiðari, sum tjenar einar 5-6 ferðir minni enn løgtingslimurin og fulltrúin tilsamans, kanska bert hevur fingið einar 200 krónur. Hetta pínir hennara stóra sosiala vinstrahjarta, so hon hevur fingið flatskriða úr stórutá og upp í nøs! Men okkara ráð eru til løgtingslimin við øllum skattalættanum og skattafríu koyripengunum: Vælsignaða lat ongan hoyra títt luxusjarm! Og høvdu tær 62.000 krónurnar frá Klaksvíkar býrað nú ligið í lønarposanum eisini, og undirvísingartímarnir, ja, so var skattalættin tilsamans einar 8.000 krónur. Tað er frálíkt at ein politikari hevur eina meining og vil hava hana alment fram, men helst skal nakað av tign vera um ein løgtingslim, og meiningarnar liggja á einum eitt sindur hægri støði enn sleyg og slatur og baby- og túnatos. ólavur Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|