Fiskiveiðieftirlitið: 400 túsund pund av upsa - yvir 70% ungfiskur

Vinna >>

Fiskiveiðieftirlitið: Eftirlitsfólk frá Fiskiveiðieftirlitinum vóru í Eysturoynni og kannaðu partrolarar fyri ungfisk.

Skipini høvdu um 400 túsund pund, harav yvir 70% av veiðini var ungfiskur, meðallongdin á upsanum var 53 cm, kannaðir vóru 14500 fiskar.

Skipini vóru úti í 4 dagar, tann fyrsta dagin vóru yvir 96% av veiðini ungfiskur, og ikki kann sigast, at skipararnir gjørdu tað stóra, fyri at umgangast ungfiskin.

Fiskiveiðieftirlitið kundi staðfesta, at skipini høvdu roynt í somu slóð á Munkagrunninum inntil Fiskiveiðieftirlitið stongdi økið.

Kanningarúrslitið av øðrum skipinum sæst her:

Skip 1
Landkanning. Skipið hevði 96030 kg umborð.

Dagur 1 gav 96,38% ungfisk.
Dagur 2 gav 71,02% ungfisk.
Dagur 3 gav 74,96% ungfisk.
Dagur 4 gav 21,30% ungfisk.

Taldir vóru í alt 7397 fiskar, sum er ca 10% av lastini, meðallongdin á upsanum var 53,55 cm.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 01/02/2012, 12:59

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum