Fleiri nýggj fiskasløg

Granskingarráðið: 57 nýggj fiskasløg eru skrátt í Grønlandi síðani 1992, tá seinasta yvirlitið var gjørt. Nú eru í alt 269 fiskasløg í grønlendskum sjógvi. Í Føroyum er ein týðilig øking í talinum fiskasløgum sum eru fingin í yvirlitstrolingunum seinastu árini.

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum.

- Tann stóri spurningurin er, um nøkur av nýggju fiskasløgnum eru komin til Grønlands vegna veðurlagsbroytingar – t.v.s. vegna øktan hita í havinum. Vit halda, at mist fimm av nýggju fiskasløgnunum eru komin til Grønlands, tí hitin er øktur í havinum, sigur Peter Rask Møller, lektor við Statens Naturhistoriske Museum.

Nýggju tølini eru almannakunngjørd í tíðarritinum Zootaxa.

At nýggj fiskasløg koma til nýggj øki orsakað av øktum hita er ikki nakað nýtt. Sveiggini í grønlendska toskastovninum eru væl kend. Eitt nú í 1920-40, tá hitin í sjónum øktist vaks toskastovnurin nógv, og hinvegin minkaði nøgdin av toski, tá tað gjørdist kaldari.

Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni, sigur, at tey hava merkt eina øking í talinum á fiskasløgum í yvirlitstrolingunum, síðan Magus Heinason byrjaði við teimum miðskeiðis í 90’unum

-Tey seinastu 15 árini hevur Havstovan gjørt yvirlitstrolingar rundan um Føroyar og hava vit góð tøl í hesum sambandi. Í 2003-2004 var hitin í sjónum rundan um Føroyar heitari enn vanligt. Tá sóu vit eisini nøkur nýggj fiskasløg um okkara leiðir. Eitt nú var Sjóprónur vanligur at síggja; men síðani hitin er minkaður, er hesin sjáldsami fiskur um okkara leiðir aftur horvin.

- Eitt fyribrigdi, sum vit hava lagt merki til er, at nøkur fiskasløg sum einans vóru á Føroya Banka nú eisini eru at síggja á landgrunninum. Eitt nú er mathøgguslokkurin og kjaftsvartikongafiskurin millum tey fiskasløg, sum hava flutt seg frá bankanum inn á landgrunnin. Um vit hyggja eftir tølunum, so fingu vit ávikavist 19og 22 fiskasløg í vár og heyst yvirirlitstrolingunum í 1996. Í 2007 fingu vit 50 og 64 fiskasløg.

Petur Steingrund er samdur við donsku starvsfelagarnar um, at hitabroytingar í sjónum avgjørt hava ein leiklut í mun til hvørji fiskasløg fáast hvar. Men vísir á, at tað ikki er víst, at alheims veðurlagsbroytingarnar eru orsøkin til hesi sveiggj.

- Tað tykist at vera ein natúrlig 15 ára cyklus, ið elvir til hita øking og hita minking í høvunum rundanum okkum, so vit síggja nýggj fiskasløg til tíðir. Men vit hava ikki sæð eins nógv nýggj fiskasløg, sum fiskifrøðingarnir í Grønlandi í hesum sama tíðarskeiði, sigur fiskifrøðingurin á Havstovuni.

Mynd/Picture:(Grønlands Naturinstitut) Íslandshávur, ein av nýggju gestunum í Grønlandi.

Tak niður nýggja yvirlitið yvir skrásett fiskasløg í grønlendskum sjógvi(pdf).

Slóð til greinina í videnskab.dk

Slóð til Havstovuna


Aftur

Ólavur í Beiti tann 15/03/2010



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum