Heilsumálaráðið: Játtanin til neyðhjálp er hækkað við 200.000 krónum, so hon í ár verður 500.000 krónur. Tað samtykti Løgtingið, tá ið triðja viðgerð av fíggjarlógini var fyri. Undanfarin ár hevur Uttanríkisráðið umsitið játtanina til neyðhjálp, men nýggja samgongan hevur gjørt av, at Heilsumálaráðið skal umsita játtanina til neyðhjálp framyvir. - Stóð tað til mín, lótu vit enn meira í neyðhjálp, men sjálvsagt er tað ein kærkomin bati, at játtanin nú verður 500.000 krónur, eftir at hon hevur verið 300.000 krónur í nógv ár. Neyðhjálpin úr Føroyum er væl størri enn tað, tað almenna megnar at lata hvørt ár, tí vit eru so heppin at hava so virknar privatar felagsskapir, sum gera eitt risa arbeiðið at hjálpa neyðstøddum kring allan heim, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Endamálið við játtanini er at veita neyðhjálp, tá ið vanlukkur brádliga raka úti í heimi. Hjálpin verður vanliga latin frammanundan gjøgnum sjálvbodnar hjálparfelagsskapir, sum t.d. Reyða Kross og altjóða stjórnarfelagsskapir, sum t.d. Heimsmatvørufelagsskapin undir Sameindu Tjóðum, World Food Programme. Játtanin verður eisini nýtt at svara áheitanum frá altjóða myndugleikum um t.d. at lata pening til at basa hungursneyð. Árliga fer Heilsumálaráðið at fáa atgongd til upplýsingar um, hvussu peningurin er nýttur gjøgnum ársfrágreiðingar og roknskapir hjá felagsskapunum. Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|