Føroya Pedagogfelag fekk boðið dundrandi reallønarlækking

Lesarin skrivar >>

TRÝST Á MYNDINA OG HON VERÐUR STØRRI

Omanfyri er roknistykki sett upp, ið vísir hvørja ávirkan ein lønarhækkan á kr 220 um mánaðin hevur á ein lim í Føroya Pedagogfelag, tá fastar og skiftandi útreiðslur hækka við prístalinum. Tølini vísa greitt, at ein lønarhækkan á kr 220 um mánaðin er ein ógvuslig reallønarlækking

Lønarlagið lágt hjá limum í Føroya Pedagogfelag
Lønarlagið hjá limum í Føroya Pedagogfelag er lágt, sammet við aðrar starvsbólkar í Føroyum. Eitt hjálparfólk vinnur í miðal umleið kr 20.000 um mánaðin meðan ein pedagogur vinnur í miðal kr 25.000 um mánaðin. Av tí at hesi bæði fólkini í stóran mun eru noydd at arbeiða niðursetta tíð, liggur lønin tó millum kr 15.000 og kr 19.000 mánaðarliga. Í roknistykkinum niðanfyri er mánaðarlønin kr 20.000 nýtt.

Boðin lønarhækkan frá FMR svarar til kr 57,51 um mánaðin
Tað stóð, sum kunnugt, Føroya Pedagogfelag í boði, at fáa eina lønarhækkan á kr 220 um mánaðin, fyri lønir upp til kr 30.000 um mánaðin. Sum talvan niðanfyri vísir, svarar hetta eftir skatt og hækkað gjøld til eina lønarhækkan á einans kr 57,51 um mánaðin.

Talan er um eina ógvusliga reallønarlækking
Ikki bert ALS gjaldið og gjaldið fyri heilsutrygd er hækkað. Prístalshækkingin á 2,3% ávirkar eisini meiniga føroyingin meint. Í døminum er ein vanligur persónur viðgjørdur, ið hevur útreiðslur eins og øll vanlig fólk. Hesin persónur hevur millum annað tørv á ansing, hevur útreiðslur til SEV, olju, telefon og kringvarpið. Herumframt er tørvur á tryggingum av ymiskum slag. Vegskattur skal eisini gjaldast. Hesar útreiðslur verða samlað kallaðar fyri fastar útreiðslur í døminum.

Fyri at lætta um fíggjarliga trýstið hjá persóninum í døminum, er hædd tikin fyri, at persónurin er giftur og einans rindar sín lutfalsliga part av útreiðslunum. Lutfalsliga parturin av føstu útreiðslunum føra við sær, at persónurin hevur kr 39,64 minni eftir um mánaðin. Lønarhækkingin á kr 220 um mánaðin megnar soleiðis ikki at viga uppímóti hækkandi prísstiginum í landinum. Enn eru kortini bert fastar útreiðslur tiknar við.

Útreiðslur til mat og klæði ávirka eisini nógv
Fyri at liva er ikki nóg mikið at rinda tryggingar, SEV, olju og aðrar fastar útreiðslur. Matur, klæði og ítriv er eisini ein kostnaður, ið allar familjur í Føroyum rinda fyri. Verða hesar útreiðslur tiknar við, førir prístalshækkingin við sær, at tað gerst kr 112,63 kostnarmiklari at liva um mánaðin.

Lønarhækkingin á kr 220 munar einki
Samanumtikið sæst, at ein vanligur føroyingur, ið fær kr 220 í lønarhækking um mánaðin als ikki megnar at fylgja við hækkandi livikostnaðinum. Prísvøksturin førir við sær, at hesin persónurin, hóast tær eyka kr 220 um mánaðin, áðrenn skatt, hevur góðar kr 150 minni um mánaðin at liva fyri.

Týdningarmikið er at leggja afturat, at persónurin í døminum hevur maka at deila kostnaðin við. Var hetta ikki støðan, var enn minni at liva fyri um mánaðin, og tær kr 220 rukku enn stytri.

Nevndin í Føroya Pedagogfelag


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 02/02/2012, 19:55

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum