Føroya Tele á vinnuferð í Skotlandi

Vinna >>

Sendistovan í London: Føroya Tele hevur verið á vinnuferð í Skotlandi, sum sendistovan í London skipaði fyri. Endamálið við ferðini var at røkja handilslig sambond, sum felagið hevur í norðara parti av Skotlandi, og vitjað varð í Hetlandi, Edinburgh og Inverness.

Felagið eigur og rekur Shefa-kaðalin, sum gongur úr Føroyum til Skotlands, og hesin kaðal verður eisini brúktur av oljufeløgum, sum leita eftir olju vestanfyri Hetland.

Seinnu árini er tað fleiri ferðir hent, at skaði er komin á henda kaðal, tí skip hava trolað í sjóøkinum millum Hetland og Skotland. Á ferðini tók sendimaðurin í London málið upp við skotskar myndugleikar og handaði vegna Føroya Tele eitt skriv, har greitt var frá málinum.

Stjórin í Føroya Tele er væl nøgdur við ferðina.

- Ferðin gav okkum møguleika at røkja okkara handilsligu sambond, og eisini fegnast vit um, at sendistovan í London roynir at hjálpa okkum at loysa trupulleikan, at fiskiskip í fleiri førum hava slitið Shefa-kaðalin í skotskum sjóøki , sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele. 


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 02/02/2012, 17:56

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum