Føroyar og Ísland skulu víðka samstarvið

Politikkur >>

Løgmansskrivstovan: Í gjár 2. februar høvdu løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen og íslendski uttanríkisráðharrin, Øssur Skarpheðinsson fund í Hoyvíksráðnum, sum er politiska samstarvsforumið undir Hoyvíkssáttmálanum.

Í hesum sambandi sigur løgmaður:

- Vit høvdu ein góðan fund. Vit eru samdir um, at Hoyvíkssáttmálin er ein góður karmur fyri øktum samhandli, og einum meira skipaðum samstarvi millum londini, eisini innan mentanar- og heilsuøkinum. Men har eru viðurskifti, sum eiga at betrast. Eitt nú avmarkingarnar í føroyska fiskiskapinum eftir lodnu, og útflutninginum av landbúnaðarvørum á íslendska marknaðinum.

Avmarkingarnar í føroyska lodnufiskiskapinum og útflutninginum av landbúnaðarvørum vóru á skránni fyri fundin. Uttanríkisharrin segði seg vilja arbeiða fyri eini loysn, ið letur upp fyri, at føroyskar landbúnaðarvørur fáa atgongd til íslendska marknaðin.

Enn er tó ikki útlit til, at Ísland er sinnað at avtaka avmarkingar fyri føroysk skip at virka og landa lodnu til matna. Málið verður tó ikki slept frá føroyskari síðu. Málið verður tikið uppaftur av føroysku og íslendsku fiskimálaráðharrunum undir árligu fiskivinnusamráðingunum landanna millum, ið væntandi verða í næstum.

Føroyar og Ísland hava gjørt eina avtalu um at styrkja samstarvi millum báðar uttanríkistænasturnar. Sum liður í hesum samstarvi legði uttanríkisráðharrin upp til, at føroysk embætisfólk fáa høvi at fylgja við samráðingunum hjá Íslandi við ES um limaskap, eitt nú tá ið fiskivinnuøkið verður viðgjørt.

Í gjár hitti løgmaður eisini forsætisráðharra Íslands, Jóhonnu Sigurðardóttir, og løgmaður nýtti høvi at takka fyri fyri stuðulin, ið íslendska stjórnin lat sjálvbodnu føroysku bjargingarfeløgunum í desember í fjør.

Vitjað var eisini á høvuðssætinum hjá fyritøkuni Össur í Reykjavík. Fyritøkan mennir og framleiðir protesur og hjálpitól, og hevur virksemi kring allan heim. Løgmaður vitjaði eisini í konsert og ráðstevnuhúsinum, Hørpuni har hann fekk rundsýning.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 03/02/2012, 15:47

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum