Føroyskt kvøld í Parkini

Tónleikur >>

Leygardagin 03. mars verður staðið Lions And Barrels, karmur um eitt stórt føroyskt tónleika tiltak í Keypmannahavn. Dyrnar lata upp kl 20:00, fyrstu luttakandi fara á pall kl 21:00.

Tónleikararnir verða:

STANLEY SAMUELSEN:
Føroyski gittarleikarin, sangarin, sangskrivarin og yrkjarin Stanley Samuelsen hevur, síðan hann gav út fyrstu fløguna við yrkingum eftir Janus Djurhuus, verið fagnaður og viðurkendur fyri sítt inniliga og meistarliga gittarspæl og vøkru sangir. Stanley hevur røtur heilt aftur í 60’ini við Silly Boys úr Fuglafirði, men tað er serliga tað hann hevur latið frá sær seinnu árini, sum hevur fingið føroyingar at tikið stillføra og lítlatna fuglfirðingin til sín av nýggjum.

EIVØR:
Megnar songkvinnan úr Gøtu, sum hevur rúnarbundið áhoyrararnar við sínum vakra og spennandi sangum, ið eru útkomir á ymsum útgávum nógvu seinastu árini.Seinast hevur Eivør júst framført til hátíðarhaldið fyri drottningini í samband við hennara 40 ára jubileum. Hon gav eina meistarliga framførðslu av laginum ‘May it be’ úr filminum ‘Lord Of The Rings’

Jens Marni Band:
Jens Marni Hansen er føroyska pop/rock legendan sum fær ein og hvørja fólka mongd upp at kóka. Við sínum vælsvingandi og fangandi tónum hevur hann prógva ferð eftir ferð, at hann megnar at fáa áhoyrarar og tónleik upp í eina hægri eind, og veruliga fær eina fjøld upp á kók.

Dj’ Afrokid:
Mike Antony Charles Johannesen aka DJ Afrokid er millum bestu diskarar vit eiga. Hann hevur rokkið stórari virðing í bransjuni. Hann hevur millum annað diska til størstu Dj veitsluna í Danmark, ‘Distortion’og eisini hevur hann verið nógv at hoyrt á navnframum klubbum sum Rust, Pumpehuset,Dunkel, Vega osfrv.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 28/01/2012, 16:05

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum