Fuglafjarðar kommuna: Í vikuni fekk nýggjasti bilurin hjá Fuglafjarðar søkkiliði, ein Ford F 350 King Range, nýmótans skerisløkkiútgerð ísetta. Hetta er fyrsti skerisløkkjari av sínum slag í landinum. Í Danmark eru einans 10 tílíkir skerisløkkjarar. Útgerðin er av merkinum Coldcut Cobra. Tað sermerkta við hesum skerisløkkjara er, at hann fyrst sker hol á veggin til eitt brennandi rúm, og síðan kølir vatnflamman eldin niður, áðrenn sløkkiliðsmenn fara innar at sløkkja eldin. Hetta ger arbeiðið hjá sløkkiliðsmonnunum nógv tryggari enn annars. Skerisløkkjarin sker seg gjøgnum timbur, betong og jarn eftir fáum sekundum. Í eini roynd, sum varð gjørd uttanfyri støðina hjá Fuglafjarðar sløkkiliði, tók tað einans 1 sekund at skera hol gjøgnum eina timburhurð, 2 sekund at skera hol á eitt rør úr rustfríum stáli og einans 12 sekund at skera seg gjøgnum eina 6 mm tjúkka jarnplátu. Vælútgjørt sløkkilið Jóhan Clementsen, sløkkiliðsleiðari, sigur at teyg eru sera fegnir um nýggju útgerðina, og eru nú enn betur fyri at sløkkja eldar, bæði á landi og umborð á skipum. Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|