Um jólini valdar hugni í smáttu og vrá. Á jólum koma vit saman, og hjá teim flestu valdar friður og sæla. Tað er hugnaligt, sum tikið verður til. Tó, ikki hjá øllum er tilveran ljós og løtt, tí mangt møtir á leiðini. Einsemi, sjúka og skilnaður. Forløg manna eru skiftandi. Sagt verður, at eingin kennir mein í annans bein. Fáur veit til fulnar, hvør støðan hjá grannanum er. Sendingin “Jólastjørnan”, ið Kringvarpið sýndi í sjónvarpinum 22. desember 2011 var frágera góð og sigandi. Hon vísti kærleikans sinnalag, at einstaklingar, bólkar og fyritøkur taka lógvatak saman at hjálpa øðrum. Sjómansmissiónin, Hjálpin, syngjandi menn og átakið “Í menniskjum góður tokki”. Sendingin gav innlit og útsýni. Tað ger nakað við okkum, tá neyðin fær eitt ítøkiligt andlit. Ein mamma við børnum fær hjálp, so børnini kunnu fáa til lívsins uppihald og verða mett. Guð signi øll tey, ið royna at minka um neyð, fátækt og einsemi. Tað hendir nakað við menniskjum, ið síggja jólastjørnuna lýsa á Betlehems fløtur. Stjørnan, ið vísir til Jesusbarnið, har hin nýføddi sveinurin liggur reivaður í eini krubbu. Føddur í fátækt. Føddur í einum fjósi, tí ikki var rúm fyri honum og foreldrum hansara í tilhaldshúsunum. Hava vit rúm fyri Jesusi? So einfaldur og barnsligur ljóðar spurningurin, at setningurin verður strikaður nakrar ferðir á telduni. So umráðandi at hava rúm fyri Jesusi, tí uttan Jesus er tilveran mikið kaldari. Heit hjørtu muna væl í einum køldum heimi, har summi eiga væl meira enn onnur. Meðan vit venda setninginum og hyggja inn í okkum sjálvi, ljóðar ein onnur rødd. Ikki ein spurningur, eitt krav ella ein boðsháttur. Talan er um eina tilsøgn í søguhátti. Røddin er Guds, og hann hevur eitt heitt og kærleiksfult hjarta. Guðs kærleiki er fevnandi og røkkur út til ella inn til hvørt eitt menniskja. Guð elskar hin einstaka, tí Guð er kærleiki. Einaferð heilt afturi í upphavi var Guð rísin. Tað var ta ferðina, okkara fyrstu foreldur syndaðu í Edens urtagarði. Menniskjan varð koyrd út úr aldingarðinum, og portrið varð latið aftur. Lesnaðurin um vreiði Guðs er dapur. “Tá koyrdi Guð hann (Ádam) út úr aldingarðinum í Eden og setti hann til at dyrka ta jørð, sum hann var sjálvur tikin av. Og hann rak Adam út; og fyri eystan Edens aldingarð setti hann kerúbarnar við glampandi logasvørði til at verja vegin til lívsins træ.” (2. Mósebók 3,23-24) Jólahátíðin minnir á, at Guðs vreiði er horvin. Guð tók eina avgerð, ið bara Guð kann taka. Hann gav mannaættina ein nýggjan møguleika. Guð ynskir frelsu og bjarging, og frelsan í Jesusi er endurskapan. Nakað livandi, frískt og óspilt. Tess vegna halda vit jól, kristin jól. Vit eru boðin inn í Paradís, inn í tann nýggja aldingarðin, har eingin tølandi hugsan kann órógva. Boðin inn í Guðs ríki, inn í sæluna og dýrdina. Meðan vit eru á jørðini, dyrka vit jørðina. Tað er lutur og ábyrgd menniskjans at skipa og leggja lívið á jørðini til rættis. Vakurt at kenna og síggja menniskju, ið hjálpa teimum, hvørs lendi var minni fruktagott, so trupult var at mata sær og sínum. Fara vit frá tí syndarliga til tað vakra, so er jólastjørnan myndin av Jesusi. Vísmenn úr Eysturlondum komu til Jerúsalem og spurdu, hvar hin nýføddi jødakongurin var at finna. Teir høvdu sæð stjørnu hansara har eysturi og vóru komnir at tilbiðja nýfødda sveinin. Skrivað stendur, at stjørnan gekk framman undan teimum, líka til hon kom og stóð uppi yvir har, sum barnið var. “Men tá ið teir sóu stjørnuna, vórðu teir heilt avbera glaðir. Og teir fóru inn í húsið og sóu barnið hjá móður síni; og teir løgdust á knæ og tilbóðu tað. Og teir lótu upp goymslur sínar og bóru tí gávur: gull og roykilsi og myrru.” (Matteus 2,10-11) Tað er í tráð við gleðiboðskapin, at gleðin fær innivist í hjørtum várum. Tað er eisini hóskiligt at veita eina hjálpandi hond og lata eina gávu eftir førimuni. Tí tað er við at síggja medmenniskjað, tey svangu, neyðstøddu og treingjandi, at vit síggja Jesus. Jólastjørnan er sonn og skapandi gleði, tað at gleða onnur. Soleiðis kenna vit Jesus, hann ið sjálvur er Guðs gáva til mannaættina og greiðir okkum vegin inn í Paradís. Jesus, hann ið gevur okkum eina fullkomna gleði. Gleðilig jól! Amen. Orðið : “Eg lovi tær, Harri; tí at tú reiddist inn á meg, men vreiði tín hvarv, og tú uggaði meg. Sí, Guð er frelsa mín, eg eri ekkaleysur og óttist ikki; tí at Harrin er máttur og lovsangur mín, og hann var mær frelsa.” (Jesaja 12,1-2) Jógvan Fríðriksson, biskupur
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|