Fyrireikingartíð til hvat?

Lesarin skrivar >>

Nógv seta spurnartekin við hví fyrireikingartíð? Jú tí tað eru komnar alt fleiri uppgávur inn í arbeiðsdag okkara. At verða pedagogur ella hjálparfólk úti á stovnum í dag er ikki tað sama sum fyrr. Fyri meira enn 50 árum síðani var støðan ein heiltur onnur.

”Fyrr í tíðini” var arbeiði mest sum at ansa børnum. So við og við bleiv tørvurin størri og størri fyri at fáa børnini ansaði á dagstovni.

Kravi til tað pedagogiska, var ikki so “markant”. Málsetningur bleiv skrivaður og fyri tey flestu vóru tað trý orð: UMSORGAN -  KÆRLEIKA – TRYGGLEIKA ella á donskum tey 3’ rini, RENLIGHED – REGELMÆSSIGHED – ROLIGHED. Í dag hevur málsetningurin og tey pedagogisku og mennandi virðini fingið annað ljóð og eru tey nógv meira umfatandi, hóast tað omafyri skrivaða, framhaldandi er galdandi.

Vit kunnu her nevna ein av uppgávunum ið krevja nógva tíð og vilja vit lýsa hetta her. Tá ið barnaverndartænastan krevur Innheintan av upplýsingum, skulu vit greina vegleiðandi punktir / spurningar :

Hvussu er viðkomandi fyri sosialt?
Hvussu er viðkomandi fyri mentalt?
Hvussu er viðkomandi fyri motoriskt? ( fín- og grovmotoriskt )
Hvussu er viðkomandi fyri við uppfatan?
Hvussu er viðkomandi fyri málsliga?

Áðrenn ein kann senda eitt tílíkt fullfíggja skjal til rætta viðkomandi, má ein byrja við eygleiðingum. Eygleiðingar taka tíð og tær eygleiðingar í ein ger, í mun til punktini omanfyri, skulu festast á blað. Ein slík uppgáva krevur fyrireiking og kann ikki bara gerðast í eini handavending, men krevur fyrireikingartíð, sum ger, at ein vaksin má fara frá sínum arbeiði inni á stovuni, til eitt annað rúm har friður valdar, til at gera uppgávuna liðna. Tað merkir aftur tað, at nú manglar eitt starvsfólk inni á stovuni og so kemur tað aftur, at fyrireikingartíð krevur uppnormering av starvsfólkatímun.

Kravi til okkum pedagogar og hjálparfólk er blivi so ovurhonds stórt, tí má og skal ásetast eitt ávíst tímatal - minimum 2 tímar - til hvørja stovu um vikuna, og skal hetta vera sett í sáttmálan hjá okkara felag, Føroya Pedagogfelag!!!!

Um tað skal eyðnast at gjøgnumføra ein málrættaðan pedagogik, krevur tað fyrireiking áðrenn.

Arbeiðið skal verða gott og deiligt bæði fyri starvsfólk og børn, arbeiðið krevur at ein er væl fyri bæði fysiskt og mentalt. Ein skal kunnu enda arbeiðsdagin soleiðis, at ein hevur yvirskot til at hava frí og ikki taka arbeiðið heim við. 

Starvsfólk innan námsfrøðiliga økið í Norðoyggjum


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 05/02/2012, 01:19

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum