G! Festival kunnger Retro Stefson

Tónleikur >>

”Ovurhonds orkumikil alternativur rokkur við íblandaðum afrikanskum rytmum og hvörjum av sínum, ið riggar til. Retro Stefson hevur leingi verið besti livebólkur í Íslandi... tey eru för fyri at vinda mannamúgvur við túsundtals fólkum um fingurin.” So ramliga tekur ein av fremstu tónleikaummælarum í íslandi, Arnar Eggert, til um Retro Stefson, ið er triðja navnið, ið verður kunngjört hesa vikuna sum partur av G!2012 skránni.
 
Retro Stefson funnu saman longu í framhaldsdeildini. Bólkurin spældi sína fyrstu konsert í 2006, tá limirnir vóru 14, 15 og 16 ára gamlir. Síðani menti bólkurin seg til ein hin best umtókta bólkin í Íslandi. Og fyri einum árið síðani tók bólkurin stigið at flyta til Berlin at royna tónlistarligu veingirnar. Og skjótt hevur gingið. Retro Stefson fekk kontrakt við plátufelagið Universal í Týsklandi og bookingfelagið Coda Agency í Onglandi. Universal hevur givið út teirra næstu flögu, Kimbabwe, umframt 4 sangir av fyrstu flöguni, Montana, frá 2008. Og ímeðan bólkurin hevur hildið til í Berlin, hava tey spælt yvir 100 konsertir í Týsklandi, Hollandi, Belgia, Danmörk, Noregi, Eysturríki, Sveits, Kroatia og Onglandi. Retro Stefson hava eitt skjótt vaksandi fjepparatal kring heimin, og teirra live framförslur eru tiltiknar fyri at vera sannar veitslur.
 
Retro Stefson hava stórar ætlanir fyri 2012 og í lötuni eru limirnir heima í Íslandi og taka upp komandi flöguna.
Í summar kanst tú fáa ein smakk av Retro-Stefson-veitsluni, tá ið bólkurin vitjar G! Festival

Retro Stefson heimasíða


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Petur Pólson tann 18/01/2012, 00:59

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum