Tað ljóðar so dapurt um fíggjarstøðu, virðisbrøv og arbeiðsloysi. Er tað møguligt at ynskja hvør øðrum eitt gott nýggjár? Hetta gamla og vælkenda ynskið, ið vit heilsa hvør øðrum við, tá ið vit hittast á máli ella møtast á vegnum. Vit ynskja hvør øðrum eitt gott nýggjár. Eyðvitað meina vit tað, ið vit siga, men eru vit hjástødd í løtuni, og trúgva vit á innihaldið í tí vakra ynskinum um eitt gott nýggjár? Orðini álit, trúvirði og trúgv hava tað ikki ov gott. Vit hava á ein hátt mist vónina um ein betri morgindag. Vit hava ikki álit á serkønari vitan, tí eisini tey serkønu eru tikin av bóli og hava skert trúvirði. Men trúgvin, hvussu hevur hon tað? Torført er at meta um júst hetta, tí vit, ið prædika, eru ógegnig. Eingin kann meta um seg sjálvan ella sína egnu dygd. Vit, ið prædika, mega hava trúvirði og álit millum manna. Ístaðin fyri at ivast og spyrja allar hugsandi spurningar, er tað eini forrættindi at prædika gleðiboðskapin um Guð og einborna son hansara Jesus. Við eitt ársskifti er tað gott at staðfesta, at Guð hóast alt hevur álit á menniskjum. Tað var ein langtíðar íløga, ið Guð framdi hina jólanátt, tá hann lat Mariu moy føða einborna son sín til jarðar. Guð hevði álit á síni egnu avgerð, og hann hevði onkursvegna álit á jørðini, at tað fór at bragda. Jesus verður eisini nevndur Immanuel, ið merkir : “Guð við okkum”. Guð er á okkara síðu. Kærleiki hansara er okkara framtíð. Alt fer valla at vignast okkum til vildar. Men tað er heilt víst, at Jesus sum Immanuel talar okkara søk, tá vit verða heimsøkt av tí ónda. Jesus vil tala okkara søk, tá Guð sjálvur fer at meta um okkara álit, trúvirði og trúgv. Erkibiskupurin í Suður Afrika, Desmond Tutu, hevði ein virknan leiklut í stríðnum fyri at vinna fólkinum javnbjóðis rættindi. Sjálvt um hin kristna kirkjan hevur døkkar blettir á síni samvitsku, kunnu vit staðfesta, at í Suðurafrika var trúgvin á Kristus eitt tað fremsta amboðið í stríðnum fyri javnrætti millum tey mongu etnisku fólkasløgini. Rørandi var at lesa frásøgnina um eitt spælipláss, har einans hvít børn høvdu atgongd. Ein litt genta spurdi pápan, um hon kundi sleppa at spæla við børnini. Pápin var í dýrastu neyð. Spæliplássið var jú einans ætlað hvítum børnum. Hvat hugsar ein litt genta, sum vegna sín húðalit ikki er eitt barn, men eitt litt barn? Tað var gott, at hin kristna kirkjan saman við øðrum felagsskapum breyt upp um armar og talaði søk teirra littu og skerdu. Desmond Tuto sigur eina aðra søgu frá Týsklandi, har minnilutarnir um seinra heimsbardaga vóru fyri somu vanlagnu. Skerd rættindi, kúgað og týnd. “Ein vaktarmaður hjá nasistunum háðaði ein jødiskan fanga, sum hevði fingið tann ivasama heiðurin at gera reint á einum nátthúsi. Vaktin stóð væl hægri og segði háðandi : “Hvar er nú Guð tín?” Fangin svaraði : “Hann er her saman við mær í skittinum.” Aftur og aftur hevur Desmond Tutu grundað yvir hetta svarið. Guð, Jesu Kristi faðir, hevur álit á menniskjunum. Hann hevur trúvirði og svíkur ongan. Guð stendur ikki á síðulinjuni og hyggur at, meðan leikur fer. Guð er við okkum sjálvt í skittinum. Guð tekur valla alla líðing og allan bága frá okkum, men hann stríðist saman við okkum, og hann ber byrðuna saman við okkum. Guð okkara er Immanuel, ein Guð, ið er við okkum. Desmond Tutu dvølur við søguna um hin russiska prestin, sum gjørdi tænastu úti á landinum. Presturin var settur uppá pláss av einum væl lærdum manni, sum dugdi allar góðar próvgrundir fyri gudsavnoktan. Niðurlagið hjá tí lærda var : “Tess vegna trúgvi eg ikki á Guð!” Presturin misti ikki fatningin men segði stillisliga : “Ja, men tað ger einki, Guð trýr á teg.” Álit á Guðs trúvirði er gott viðføri at hava við sær, nú farið verður inn í eitt nýtt og ókent ár. Tað gevur áræði og lívsmót. Tað gevur frið í hjarta, sál og sinni. Guð, ið er við okkum, er eisini góður við øll onnur. Saman við Guði trúgva vit uppá eina bjartari framtíð, har jørðin hevur ein møguleika. Har himmalin er ævigur og Guðs ríki skipað við rættferð og friði fyri øll fólkasløg. Við góðum treysti siga vit : Gott nýggjár í Jesu navni! Amen. Orðið : “Sí, moyggin skal verða við barn og eiga ein son, og á navni skulu tey nevna hann Immanuel”; tað merkir : “Guð við okkum.”” (Matteus 1,23) Jógvan Fríðriksson, biskupur Kelda : Desmond Tutu, Gud har en drøm, Aschehoug Dansk Forlag A/S 2004.
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|