Klaksvíkar kommuna: - Við sínum einastandandi evnum kundi hann valt at farið út í stóru verð og búsett seg í t.d. New York, London ella Paris, og har livað eitt meiri glæsiligt lív! Men hann valdi sín føðistað, og tað eru vit í Klaksvík ómetaliga glað fyri. Edward og hansara list eru eitt sera stórt aktiv fyri okkum í Klaksvík, segði Gunvá við Keldu, borgarstjóri, tá ið hon á tunnilsdegnum 10. desember 2011 beyð vælkomið til opna atelierið hjá Edwardi Fuglø, listamanni. Í vælkomurøðu sínari segði Gunvá við Keldu, borgarstjóri, soleiðis: Í dag er ein serstakur dagur í Klaksvík, nú ein av fremstu listafólkum okkara í Føroyum, Edward Fuglø, sýnir almenninginum sítt arbeiðspláss, kallað atelier, har øll, sum hava hug, hava møguleika at vitja. Atelierið verður opið í dag frá kl. 10 til 20 og í morgin, sunnudagin, frá kl. 14 til 18. Tað eru um 20 málningar at síggja hesar dagar. Á skránni í dag verður eisini ein áhugaverd listasamrøða millum Edward sjálvan og stjóran á Listasavni Føroya, Nils Ohrt, har ymisk listaverk hjá Edwardi verða víst á uppvørpu, og har verkini verða lýst í samrøðuni ímillum teir báðar. Óivað hava fólk ymiskar spurningar og verður høvi til at fáa svar uppá hesar. Stórt aktiv fyri Klaksvík Við sínum einastandandi evnum kundi hann valt at farið út í stóru verð og búsett seg í t.d. New York, London ella Paris, og har liva eitt meiri glæsiligt lív! Men hann valdi sín føðistað, og tað eru vit í Klaksvík ómetaliga glað fyri. Edward og hansara list eru eitt sera stórt aktiv fyri okkum í Klaksvík!
Vekir ans úti í heimi Eitt nú var ein stórsligin atltjóða framsýning í Wien, á Leopold Museum, í mai mánað í 2008, har ein av hansara kendu málningum var valdur út sum vørumerki fyri framsýningina og at standa á forsíðuni á faldaranum, sum marknaðarførdi sýningina. Verkini hjá Edwardi vaktu eisini ans og fingu eisini sera nógva umrøðu har. Eisini hevur Edward verið við í sambandi við gerð av pallmyndum, frímerkjum, jólamerkjum og ymiskum bókum! Í bókum hevur hann serliga myndprýtt, men seinastu tíðina eru 3 barnabøkur, og tann fjórða er á veg, har Edward bæði hevur myndprýtt og skrivað tekstin til bøkurnar. Hugtekur vitjandi Í 1995 fekk hann barnbókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs, og í 2001 fekk hann Nordisk Børnebogspris. Henda prís hava bert tveir aðrir føroyingar fingið! Ólavur Michelsen í 1991 og Marjun Syderbø Kjelnæs í ár. Tá ið vit hava gestir í kommununi, so eru fólk altíð ógvuliga hugtikin av stóra, vakra málninginum “Culture Club” hjá Edwardi, sum hongur í Miðlan, og hevur hann verið orsøk til nógvar góðar samrøður, og tað sama eisini serian av málningum, sum eita “Hooked”, “Seamonster” og “Consumed”, sum lýsa fiskivinnuna og hvussu vit liva, á annarleiðis hátt. Takk Eisini takk fyri at tú valdi at flyta aftur til Klaksvíkar í 1991. Vit vita øll, at tað er ikki eitt lætt lív av liva sum listafólk í Føroyum, tá ið hugsað verður um, at listafólk alla tíðina skulu bjóða sær sjálvum av og royna nýggjar leiðir. Rokni heldur ikki við at tað er lætt fíggjarliga. Hjartaliga tillukku við hesum snotiliga atelieri, ið tú sjálvur stóð fyri at byggja, og sum stóð liðugt í 2009. Við hesum fáu orðum vil eg vegna listamannin bjóða tykkum hjartaliga vælkomin at vitja atelierið hjá Edward Fuglø! Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|