Klaksvíkar kommuna: Týsdagin 20. desember 2011 skipaði kommunan fyri hátíðarløtu til heiðurs fyri Hanusi Poulsen, byggifrøðingi á Teknisku Umsiting, sum eftir góð 20 ár í starvi hjá kommununi nú leggur frá sær fyri aldur. Hanus Poulsen hevur á síni yrkisleið arbeitt í tveimum tíðarskeiðum hjá kommununi. Fyrru ferð tók hann við starvi sum nýliga útbúgvin byggifrøðingur í 1972. Eftir góð 8 ár hjá kommununi, valdi Hanus at royna aðrar leiðir innan sítt yrki, til hann fyri umleið 12 árum síðan aftur kom í starv á Teknisku Umsiting, har henn hevur starvast, til hann nú fer frá fyri aldur. Í hesum sambandi skipaði kommunan týsdagin 20. desember 2011 fyri hátíðarløtu í býráðshøllini fyri Hanusi, har familja, starvsfelagar, býráðslimir og fólk, sum hann hevur samstarvað við, møttu at heiðra honum og takka fyri gott samstarv. Gunvá við Keldu, borgarstjóri, bar fram eina heilsan og tøkk frá Klaksvíkar Býráð til Hanus Pouulsen frá kommununi og handaði honum blómutyssi og gávu, sum var ein málningur av Archibald Black, listamanni. Harumframt nýttu fólk høvið at bera fram heilsan og gávur, eitt nú starvsfelagar í býráðsumsitingini og onnur, sum hava samstarvað við Hanus. Somuleiðis var ein sangur framførdur av starvsfólki hjá kommununi. Verið við til at ment kommununa Í fyrra starvstíðarskeiðnum var hann millum annað við í arbeiðnum at byggja fyrsta Skúlan við Ósánna, Svimjihøllina, at gera útstykkingar á Lítlubrekku og aðrastaðni. Hann var nógv við í arbeiðnum at gera fyrsta býarplanin hjá kommununi, og hann hevur eisini verið við at byggja havnarlagið á vestursíðuni út. Alt stór ætlaninir, sum hava skapt framburð og trivnað her í býnum. Í seinna starvstíðarskeiði sínum hjá kommununi hevur Hanus verið við í arbeiðnum at gera ringvegin undir Fossum, Kráarbrekkuætlanina, rundkoyringina við Posthúsið, fríðkanina av gamla kirkjugarði, útstykkingar í Gerðum, undir Fossum, oman Reyðhús, á Helnabrekku, í Árnafirði og aðrastaðni. Hann hevur eisini verið við í dagføringini av býarplaninum hjá Klaksvíkar kommunu. Við ynskjum um bestu eydnu víðari á lívsleiðini bar Gunvá við Keldu, borgarstjóri, Hanusi Poulsen eina hjartans tøkk fyri drúgva og trúgva tænastu í starvi sínum og fyri tað, sum hann hevur givið, bæði fakliga og menniskjaliga. Hanus Poulsen, sum er ættaður úr Árnafirði, er giftur Astrid, og eiga tey børnini Anja Kristina, Nicolai og Súsanna. Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|