Heiðursrit til Beintu í Jákupsstovu

Bøkur >>

Fróðskapur hevur givið út bók við greinum, sum eru skrivaðar til Beintu í Jákupsstovu, dr.polit. í sambandi við 60 ára føðingardag hennara 27. desember 2011. Tað eru 8 greinar í bókini, sum Edit Bugge, Heine Bugge og Kristin Tornes hava ritstjórnað. Tórshavn 2012, 178 síður. Kostnaður 200 kr. Supplementum 55. ISBN: 99918-65-37-9.

Í bókini verða evni viðgjørd, sum Beinta annaðhvørt arbeiðir við ella hevur serligan áhuga fyri: Kommunupolitikkur og politisk umboðan, hagtøl og vitanargrundarlag fyri politiskum avgerðum, vælferðarpolitikkur, kyn, familjupolitikkur og bókmentapolitikkur.

Beinta í Jákupsstovu er fyrstiamanuensis í stjórnmálafrøði við Høgskolen i Molde. Síðani 2008 hevur hon eisini verið knýtt at Søgu­ og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hon vardi í 2003 doktararitgerð, sum Fróðskapur gav út í bók í 2006 við heitinum Kunnskap og Makt - Færøysk helsepolitikk gjennom 150 år. Í bókini lýsir hon hugburðin í føroyskum heilsupolitikki frá fyrst í 19. øld og fram til heimastýristíðina.

Greinarnar, sum eru á føroyskum, norskum og íslendskum eru:

Kari Skrede: Fruktbarhet og familiepolitikk – hvor bærekraftig er den nordiske modellen?
Audun Offerdal: Representasjon og fråfall
Elin Súsanna Jacobsen: Kvinnulív í Havn uml. 1850
Firouz Gaini: Knívleysir menn. Samleiki og mentan hjá ungum føroyskum  monnum
Eli Kjersem og Turid Aarset: Idealer, forestillinger og kunnskap om alderdom og boformer
Svavar Sigmundsson: Færeyingafélagið í Reykjavík
Malan Marnersdóttir: Bókmentir og samfelag
Kristin Tornes: Kunnskap og politikk 


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 06/01/2012, 09:48

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum