Heilsan frá Starvsfólkunum á Føroya Bjór

Merkisdagar >>

Eina Einar´s øl  - hjartaliga tillukku!

Nógv eru tey, ið altíð hava kallað ølið hjá Føroya Bjór Einar´s øl.

Starvsfólkið hevur valt, at heiðra stjóran við einum serligum heiðursbryggi, kallað Einar´s Special. Hettar í samband við føðingardagin hjá Einar, og at hann hevur starvast á Føroya Bjór í fleiri enn 40 ár.

Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, er sonur gamla Einar Waag og Onnu Malenu Joensen úr Sørvági. Pápi gamla Einar, Símun í Vági, var giftur Karin, ætta úr Funningsstovu í Havn. Símun í Vági tók stig til Føroya Bjór og fór at bryggja í 1888.  Í dag starvast umleið 40 fólk á Føroya Bjór runt um alt landi.

Einar Waag virkar í dag sum stjóri á eini av elstu fyritøkum í Føroyum, sum hann hevur havt undir hond seinastu 42 árini.

Eftir lokið Studentsprógv, fór Einar undir útbúgving sum bryggjmeistari og fekk hann prógv í Munchen í 1968. Tvey ár seinni, í  1970 tók Einar við sum leiðari á Føroya Bjór bara 23 ára gamal. Í hansara leiðslutíð hevur bryggjaríið ment seg frá einum minni virki til í dag at vera eitt nýmótans ídnaðarvirki.

Einar giftist Elisu Holm úr Havn í 1974, og eiga tey dóttrina Anniku.

Einar hevur altíð verið virkin, har íðnaðurin er galdandi, og hann er sera nærlagdur, tá tað kemur til góðsku. Tí er ikki so løgið, at Einar´s øl eisini hevur fingið góð skoðsmál uttanlands.

Hjartaliga tillukku við føðingardegnum og takk fyri gott samstarv.

Ynskja,

Starvsfelagar á Føroya Bjór


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 01/02/2012, 13:03

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum