Einaferð var tað ein landsgrannskoðari, ið kallaðist Harra L. Við sína lið hevði hann Frú B, sum seinni kom at loysa hann av í starvinum. Í 2006 heitti Føroya Løgting á landsgrannskoðaran um at kanna eitt mál, sum snúði seg um, at ein persónur á einum almennum stovni hevði fingið útgoldið eina risastóra lønarupphædd í heimildarloysi fyri onki at gera. Sambært einum tíðindablaði var upphæddin uml. 800.000 kr. Hægsti myndugleiki á økinum hevði tvær ferðir noktað leiðsluni á stovninum at rinda lønina. Stjórin á Lønardeildini og ein løgfrøðingur í Mentamálaráðnum søgdu báðir, at tað, sum fór fram, var ólógligt; so er mær greitt frá. Mentamálaráðið skrivar eisini, at upphæddin varð útgoldin ”av órøttum”, sum tey málbera seg. Málið var ikki fyrnað, so møguleiki skuldi verið at fingið peningin innaftur. Landsgrannskoðarin, sum kendi skjølini, sum prógvaðu, at peningurin varð útgoldin í heimildarloysi, noktaði at kanna málið. Harra L (væl stuðlaður av Frú B) boðaði sínum arbeiðsgevara, Føroya Løgtingi, frá, at hann kannaði onki mál. So er spurningurin: Hví valdi landsgrannskoðarin at lata eyguni aftur? Helst hevur Harra L tað í blóðinum at grópa í gomlu roknskapum, ella kanska keðir hann seg í nýggja starvinum. Men hann brýtur upp um armar og fer at kanna roknskapir hjá tveimum sjálvsognarstovnum, sum hava nýtt sína lógartryggjaðu heimild at rinda nøkrum fólkum samsýning fyri at skipa fyri eini stórari byggiætlan í Marknagili. Peningurin verður goldin av eginrakstrinum hjá stovnunum. Harra L heitir á Frú B um at kanna tað, sum farið er fram við tí endamáli at krevja peningin innaftur. Frú B loypur sjálvandi á leistum, tá ið hennara lærumeistari heitir á hana um at kanna málið. Hon kemur fyrst við eini fyribils frágreiðing, sum eisini kemur fjølmiðlunum í hendi. Henda frágreiðing frá Frú B er út av lagi vánalig og full í feilum. Hvørki Harra L ella Frú B tykjast at hava stórvegis virðing fyri lógini um sjálvsognarstovnar. Málið koyrir framvegis fyri opnum tjaldi, so øll hava høvi at fylgja við framhaldinum ... Men spurningarnir hópa seg upp: - Hví handfer sami persónur (Harra L) tvey mál so ymiskt? - Ger aðalstjórin mannamun? - Er aðalstjórin vorðin sjálvboðin innkrevjari fyri sjálvsognarstovnar, sum siga seg ikki hava nakað útistandandi? - Hvar ætlar aðalstjórin, at peningurin skal rindast? - Skal peningurin í kassan hjá sjálvsognarstovnunum, haðani hann kom? - Ella ætlar aðalstjórin, at peningurin skal í landskassan; er tað ikki rán? Gott hevði verið, um aðalstjórin (fyrrverandi landsgrannskoðarin) svaraði hesum spurningum alment. At enda kann eg upplýsa, at eg havi sjálvur sitið í eini bygginevnd fyri Marknagil frá 1989-1991. Í tí málinum staðfesti Føroya Rættur, at eg hevði rætt til bæði fundarsamsýning og løn fyri annað bygginevndararbeiði. So har er onki at fara eftir. Páll I. Joensen Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|