Himmalska vónin sum virkisskrá

Vagaskjattan >>

Jørðin er vøkur, og vit eru hugtikin av skapanarverkinum. Náttúran og lendið eru dragandi, tá eitt fleyr andar á vágni. Tey høgu fjøllini standa so sjónsk ein góðan ljósan summardag, tá luftin er blá og heiður himin. Ein vetrardag valdar onnur tign, og fjøllini og náttúran seta mark og mørk.

Tað livandi tilfeingið í náttúruni er Guðs góða gáva. Vit mega umsita skapanarverkið við skili. Menniskjan hevur ábyrgd av jørðini, havinum og luftini.

Ábyrgdin krevur skynsom atlit. Vit eru uppsitarar, og Guð hevur latið hetta málsøkið frá sær. Tað var ongantíð ætlan Guðs at fjarstýra hvørja rørslu á jørðini.

“Og Guð vælsignaði tey, og Guð segði við tey : “Verðið barnrík og fjølgist og uppfyllið jørðina og leggið hana undir tykkum, og ráðið yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórum, sum rørast á jørðini.”” (1. Mósebók 1,27-28)

Søgan veit tó at siga, at vit í Guðs navni fóru illa við náttúruni. Vit píndu jørðina, troyttu havsins ríkidømi og dálkaðu umhvørvið.

Vit gloymdu skaparan. Vit tóku gávuna sum givið og hildu, at tað er okkara rættur at fáa sum mest burturúr. Vit gloymdu, at gávan er størst, um gávan í sjálvum sær hevur eitt virði. Ikki einans nýtsluvirði og fíggjarligur vinningur, men eitt varandi virði í vakurleika og nyttu til børn og komandi ættarlið.

Vit mega ikki skemma lendið og avlaga tað listaverk, ið náttúran er.

Vit mega ikki trároyna havsins ríkidømi.

Vit mega ikki dálka umhvørvið.

Vit mega ikki dálka luftina.

Vit mega ikki gloyma menniskjað, rættin at liva, anda og rørast.

Hin alvaldi Guð, Jesu Kristi faðir, er upphav lívsins og alra livandi skepnu. Ikki náttúran, men Guð er heilagur.

Náttúran er lívsins pallur. Náttúran er lítlipallur, har tað stilla og smáa rørist, har tey minnu kendu liva. Náttúran er stóripallur, har lívið livir, eins og leikandi ljóðføri skapa hugna, rørslur og trivnað.

Menniskjan er komin inn á pallin, og vit skulu skipa fyri, byggja upp og leggja til rættis. Vit skulu skapa fortreytir, innihald og fáa mat á borðið. Vit skulu finna ein lykil, so eingin er fyri vanbýti.

Menniskjan hevur eina samhaldsfasta ábyrgd, so eingin dettur ella verður trokaður út av pallinum.

Lívið er eitt undur, og sjálvt dáin hevur loyvi at liva. Sjálvt um vit kunnu greina lívið og skapa fortreytir, so er lívið størri enn menniskjan.

Hin himmalska vónin hevur jørðina sum málsøki. Vónin er ankrað í Jesu endurskapan, at hann byggir upp tað, ið fór av lagi. Jesus er Guðs svar til mannaættina, tá vit skylda hvør upp á annan og vaska hendur.

Tað var ikki eg, segði Adam. Tað var Eva. Hon bað meg! So einfaldur er sannleikin ikki, sanniliga hevur kallkynið ábyrgd saman við kvinnuni.

Káin, hvar er Ábel, bróðir tín? Ábel var í vegin fyri Káini. Tað gekst Ábeli væl, og øvundin er fylgisveinur hjá framgongd og vælveru.

Eisini í okkara tekniska vælferðarsamfelagi hevur kristnin ábyrgd av lívinum. Vit hava ábyrgd hvør av øðrum.

Hin kristna vónin er ikki ein dreymur. Vónin er ein arbeiðsskrá, ið loksins endar í ævigari hvílu og dýrd heima í Guðs ríki.

Longu á jørðini skal hin himmalska vónin síggjast aftur í kærleika og samhaldsfastari hugsjón, tí tey fyrstu kristnu høvdu alt í felag. Um vit ikki náa málið, so eiga vit at hava tað í huga.

Tey kristnu hava í søguligari tíð – saman við øðrum átrúnaði / lívsáskoðan – gagnað tilveruni á jørðini.

Lívið er heilagt ikki einans frá vøggu í grøv, men frá gitnað til æviga vælveru.

Hvat gera vit við lívið?

Hvussu tryggja vit sosialar sømdir til kvinnur og ungar gentur, ið gerast við barn? Tað er ikki nóg mikið at tosa ímóti fosturtøku! Sera óhóskandi at døma mammuna!

Hvussu tryggja vit rætt teirra evnaveiku og skerdu til eitt verdugt lív, arbeiði og skúla. Tað er ikki nóg mikið at tosa um mannarættindi!

Hvussu tryggja vit teim gomlu og førleikaskerdu virðilig ellisár? Tað er ikki nóg mikið at rósa teimum fyri at hava bygt landið.

Seti mær sjálvum spurningin, um eg sum biskupur havi skotið við síðuna av málinum. Tað er júst tað, ið er synd, ikki at raka málið.

Jesus sá altíð ein møguleika. Hann kyndi altíð ein vónarloga.  Kom og fylg mær!

Tað er ein vón fyri framman, og einastaðni í eystri rísur ein nýggj sól til nýggjar frískar møguleikar. Amen.

Orðið : “Og sum hann (Jesus) kom gangandi framvið, sá hann Levi, son Alfeusar, sitandi við tollbúðina, og hann sigur við hann : “Fylg mær!” Og hann reisti seg upp og fylgdi honum.” (Markus 2,14)

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Ólavur í Beiti tann 20/08/2011, 19:45

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum