Hóvsemi heldur enn harðrend framferð

Vagaskjattan >>

Átrúnaðurin er komin fyri at vera. Tað er torført at ímynda sær eitt samfelag uttan átrúnað. Tosað verður enntá um ein gudsavnoktandi átrúnað.

Um skiftið frá 19. til 20. øld ráddi tann hugsanin, at menniskjan var komin so væl ávegis í vitan og vísind, at tíðin var runnin frá øllum átrúnaði. Nú fór vitan, vísind og tøkni væl blandað við einum færra av heimspeki at stýra manna hugsan. Ein nýggj tíð við hugbornum frælsi, ið vildi gera tað møguligt at njóta tilveruna í samljóði og friðarligum umhvørvi. Nú var tað vitan og framburður við støði í ítøkiligari hugsan, ið ráddi.

Komin inn í 20. øld og heimurin stóð í ljósum loga. Tveir heimsbardagar gjørdu tað torført at varðveita myndina, at framburður og vitan í sær sjálvum menna eitt samfelag og skapa frið í heiminum.

Tíverri veit søgan frá at siga, at viðhvørt var átrúnaður ein beinleiðis orsøk til stríð og atsókn. Við hava havt fleiri átrúnaðarlig kríggj í farnu øld. Átrúnaður var ikki altíð lykilin til frið og semju.

Sjálvrannsakandi eiga vit sum kristin fólk at spyrja : Hvat er kristindómur, og hvussu greina við kristindómin?

Tað er ómøguligt at svara hesum spurningum í eini andakt. Møguliga er tað ómøguligt at svara í heila tikið.

Kristindómur er ein lívsáskoðan, ið hevur Jesus úr Nasaret sum miðdepil. Hansara læru, líknilsir og útsagnir.

Kristindómur er ein trúgv, ið trýr, at Jesus úr Nasaret er Guds sonur, føddur av Mariu moy og gitin av heilagum anda.

Kristindómurin trýr, at Jesus er frelsari heimsins, og at vit í trúnni ognast Guðs rættvísi.

Kristindómurin trýr, at orðið um Jesus ger jørðina vakrari, skapar frið og samljóð.

Kristindómurin eigur við støði í læru Jesu at gagna tilveruni bæði persónliga og sosialt, økja um lívsvirði og í tollyndi virka fyri virðing fyri tí einstaka.

Vit sum prædika Jesus sum Harra og frelsara. Vit, sum liva í hesi trúgv og vitna um frelsu Guðs. Vit kunnu einans nýta góð og vøkur orð um Jesus. Hann er ein undurfullur frelsari og eigur ein frið at geva, sum hesin heimur ikki kennir. Eina gleði, sum onga aðrastaðni er at finna.

Soleiðis prædika vit, og soleiðis kunnu vit vitna. Vit vita av royndum, at soleiðis er tað. Jesus fær besta viðmælið, ja verður tilbiðin og heiðraður sum himinsins kongur.

Tað er tó hóskandi at rannsaka seg sjálvan, sína egnu trúgv og prædiku. Letur tað seg gera at greina, hvat kristindómurin ikki er?

Aftur mega vit siga, at tað er ómøguligt at svara hesum spurningum í eini andakt.

Kristindómurin er ikki eitt amboð, sum vit kunnu stýra eftir, eins og var tað ein stjórnarskipan. Kristindómur kann einans kveikja hugsan og soleiðis óbeinleiðis menna samfelagið.

Kristindómur er ikki eitt band, ið fjøtrar fólkið ella fólkasálina.

Kristindómur sum ástøði tekur ikki undir við og fremur ikki harðskap.

Kristindómur týnir ikki lív og tekur frástøðu frá harðrendari framferð, ið týnir lív ella avmarkar lívið við sálarligum ágangi.

Uppi á einum fjalli lærdi Jesus lærusveinar sínar um kristna siðvenju og atferð. Læran er ein góður lykil til eydnu og sælu. Heimurin var vakrari og tryggari, um orð Jesu fingu loyvi at vera hansara. Viðhvørt avlaga vit kristindómin, tá vit í fanatismu, tvørrandi tollyndi og sjálvsøkni óbeinleiðis í kristindómsins navni leggja Jesusi orð í munnin.

Jesus er ein frelsari, hann er verji teirra sjúku, forfjónaðu og teirra, ið bera brek og eru øðrvísi.

Jesus vil øllum væl, hann gekk um og gjørdi væl og grøddi hvørja ilsku.

Kristindómurin hevur Jesus sum miðdepil, og hann er kjarnan og tað veruliga innihaldið í øllum.

Vit sum krevja okkara rætt, ynskja okkara sømdir, hava eina avgjørda hugsan og seta orð á tilveruna. Vit mega geva øðrum sama pláss og rúm.

“Alt tað, sum tit vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera ímóti teimum, tí at hetta er lógin og profetarnir.” (Matteus 7,12)

Vit mega nýta hugflogið, og tá hava vit eina ábending um, hvat gerast skal. Munur er á at síggja niður í eina veit frá vegnum, og so at síggja upp til vegjaðaran frá veitini.

Tá eg síggi fólk í veitini, so kann eg við hugflognum hugsa mær, hvat eg skal gera. Tí eg veit, hvat eg sjálvur ynski tær løtur, ið eg liggi lágt.

Jesus er altíð hjástaddur, hjálpsamur og álítandi. Náðin og kærleikin eru hansara amboð. Amen.

Orðið : “Sæl eru tey spaklyntu, tí at tey skulu fáa jørðina í arv. ... Sæl eru tey friðsomu, tí at tey skulu verða kallað Guðs børn.” (Matteus 5, 5.9)

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Ólavur í Beiti tann 07/08/2011, 21:39

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum