Hvar var Virgar Dalsgaard í 60'unum og 70'unum?

Lesarin skrivar >>

Ikki kenni eg Virgar Dalsgaard, men meti hann við sínum brockmanslestri og orðingum hevur følt seg uttan fyri alt og øll í Keypmannahavn seinru helvt av 20'øld.

Skal tó rætta beinleiðis ósannandi - tá eg sjálvur tók lut í føroyska mentanarlívinum í Keypmannahavn hetta tiðarskeið - og serstakliga í rúmligu felagshølunum í St.Kongensgade, sum landsstýrið fekk til vega tí umstøðurnar í Skt. Pedersstræde vóru smáar og ikki nøktandi.

Í nýggju og rúmligu hølunum góvust umstøður til frálæru í føroyskum fyri børn, ið annars ikki høvdu henda møguleika. Foreldur brúktu sína frítíð til hetta arbeið, og skal serstak nevnast ein kvinna, nevniliga Heidi Djurhuus, sála, ið legði alla orku í innrætting og leikur, at bjóða føroyskan viðskera, óføran blískap, og at her var hugnaligt at koma fyri tað stóra tal av ungum og eldri, sum í stóran stíl hittust í St.Kongensgade.

At Petur Andrew Petersen bleiv kroystur út, er beinleiðis ósatt. Hann hevði eitt skrivstovuhøli, ið landsstýrið hevði flýggja honum til nýtslu, men hevði hann ikki serstakan tørv á hesum, og tí stóð hølið mestan óbrúkt.

Annað evnið, ið Virgar Dalsgaard eisini fer fullkomuliga skeivur í, er blaðið Oyggjaskeggi. Her var eg nøkur ár og gav eina hond við í arbeiðnum at fáa blaðið sett upp, skrivað nakrar greinar, tekningar, og eisini skriva ummæli frá teim nógvu mentanartiltøkunum, ið skipað vóru m.a. málningaframsýningar, barnasjónleikir, dukusjónleikir, fyrilestrar og tónleikaframførðslur o.a.

Oyggjaskeggi var ikki eitt miðvíst marxistisk ella maoistiskt tíðindablað hjá Klæminti Olsen, sála. Her luttóku øll av reinum áhuga fyri einum livandi føroyskum mentanarlívið, og eingin ávís politisk strategi lá nakrar staðir í blaðnum.

At ung lesandi settu sín dám á blaðið - í hæddini av sonevnda ungdómsuppreistrinum - er ein heilt onnur og fult skillig støða, ið húðarskúgvar Virgars allarhelst ikki kundu rúma.

Spell at Virgar hevur gloymt føroyska útvarpið, skipað undir felags kringvarpinum Sokkelund Radio, ið grønlendingar í sínum útvarpi eisini fingu stórt gang av.

Má siga tað er nógv fyri at lesa, at fólk, ið í síni frítíð løgdu stóra orku í at halda felags mentanarlív føroyinga í Keypmannahavn livandi og virki, og sum nú eru undir grønu torvur, nú skulu hunddálkast av Virgari.

Eg biði ikki um eitt svar, men kundi væl hugsa mær at vita hvar Virgar Dalsgaard var staddur í 60'unum, 70'unum og upp til miðjan 80'ini.

Vit, ið vóru úttanlands hetta tíðarskeið, liva nú í 21'øld.

Tíðin er ein onnur, men sýnist sum Virgar enn leitar eftir gomlum og farnum gøtum, har eingin gongur meira.

Gamlir súrir og gronutir menn, verður sagt av og á.

Kári Thomsen


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 05/02/2012, 02:34

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum